Gallarí Havnará bjóðar fólki inn á gólvið á ólavsøku til eina frálíka listaframsýning við hinum evnaríka Jógvani K. Glerfoss!
Líka síðan barndómsárini hevur listin verið partur av hansara DNA. Pápin er kendur sum ein framúr portrettmálari, og við kendum listarfólkum sum Hans Jákup Glerfoss og Rannvá Kunoy í nærmastu familju, er Jógvan bókstaviliga uppvaksin mitt í listini.
Jógvan hevur málað og teknað síðan hann var heilt ungur. Og hann hevur altíð hildið fast við listina, hóast leiðslustarv og eina akademiska bakgrund innan KT og filmsvísindi.
Í 2019 tók Jógvan aftur pensilin fram, og síðani tá hava hansara framsýningar verið væl eydnaðar, har listaverkini selja sum heit breyð.
Eitt afturvendandi tema í listini hjá Jógvani er menniskjað, og sambandið millum menniskju, sum verður lýst í abstraktum og hugvekjandi myndum.
Støkk inn á gólvið við Havnará og uppliv heimin gjøgnum eyguni og pensilin hjá Jógvani K. Glerfoss.
Framsýningin hevur opið soleiðis:
Ólavsøkuaftan, kl. 15 – 19
Ólavsøkudag, kl. 14 – 19
30. juli til 3. august kl. 16-18