TEKNO tiltøk stinga seg upp javnan her og har í djúpu, bassutu undirgrundini, tá teknohøvd koma saman, seta upp, leggja lag á, og dansa ígjøgnum náttina.
Fríggjakvøldið 25. juli verður eitt TEKNO í Perluni, sum partur av ársins Tórsfest.
Skráin bjóðar fimm nøvn, sum telja seks persónar:
- tríggjar damur og tríggjar harrar.
Tú kemur at uppliva:
Duoina 2xSlay við sínum tokka til melodiskt Tekno, Deep House og House.
Trygva, sum elskar allar elektroniskar krókar.
Tað djúpa huglagið frá HNTZ við myrkum elementum og tungum stevi, sum dansar á linjuni við Psy-heimin.
Eitt rátt og hypnotiskt dansigólv frá donsku Holtz.
Og at enda EIVN við sínum tætta, groovy og beistaktiga Tekno.
SKRÁ:
22.00: 2xSLAY
23.00: TRYGVI
00.00: HNTZ
01.15: HOLTZ (DK)
02.30: EIVN
Far á leinkjuna og kom at kenna nøvnini betur:
https://technoyartechno.blogspot.com/