Raðfestingar í almennum heilsutilboðum: Hvat er rætt og rættvíst at gera?
Í einum vælferðarsamfelagi við avmarkaðum tilfeingi er tað avgerandi, at raðfestingar í heilsuverkinum verða grundaðar á greiðar og etiskt haldførar meginreglur. Í londunum rundan um okkum hevur kjak um raðfestingar staðið á dagsskrá í fleiri áratíggju, men í Føroyum hevur evnið higartil fingið lítla ella onga rúmd, og vit hava hvørki felags tilmæli ella leiðreglur fyri, hvussu raðfestingar í heilsutilboðum skulu gerast. Tá vit ikki hava innlit í, hvussu raðfest verður, kunnu vit heldur ikki meta um, hvørt útbýtið av heilsutilfeingi fer fram á ein hátt, sum livir upp til tey virðir og rættvísiskrøv, vit annars seta í einum demokratiskum samfelagi. Við ráðstevnuni ynskja vit at seta gongd á eitt opið og uppbyggjandi orðaskifti um raðfestingar og etiskar avbjóðingar í heilsuverkinum við serligum atliti til føroyska samfelagið.
Á skránni verða fyrilestrar at hoyra um raðfestingar úr ymiskum sjónarhornum:
• Kjeld Møller Pedersen, professari í heilsubúðskapi á Syddansk Universitet.
• Sirið Stenberg sum fyrrverandi landsstýriskvinna í heilsu- og almannamálum.
• Hjørdis Mortensen, stjóri í Almannaverkinum.
• Pál Weihe sum lækni og fyrrverandi leiðari á Landssjúkrahúsinum.
• Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki á Fróðskaparsetri Føroya.
Tað eru Etiska ráðið, Sjúkrarøktaretiska ráðið, og Siðfrøðinevndin hjá felagnum Føroyskir Sálarfrøðingar sum í felag skipa fyri.
Ráðstevnan er stuðlað av Betri Stuðul, og er ókeypis fyri øll.
Also check out other Festivals in Tórshavn.