Í trípartarøðini hjá norska leikstjóranum, Dag Johan Haugerud (f.1964), eru vit komin til filmin ”Kjærlighet”.
Vit fylgja læknanum, Marianne (Andrea Bræin Hovig), ið verður hugtikin av sexlívinum hjá sjúkrarøktaranum, Tor (Tayo Cittadella Jacobsen), og setir sær fyri, at royna eitt leysari samlív, við øllum teim avbjóðingum, tað førir við sær.
Fyrru filmarnir, ”Sex” og ”Dreymar”, sum vit hava víst, og hesin ”Kærleiki”, eru tríggir filmar, sum allir kunnu síggjast hvør sær.
Sjálvstøðugu filmarnir snara um evnini girnd, samleika og longsul eftir frælsi. Hesin nýggjasti, ”Kærleiki”, varð frumsýndur á filmstevnuni í Venezia, har hann var við í høvuðskappingini.
Eins og undanfarnu filmarnir hjá Haugerud, fær hesin bestu ummæli, m.a. í heimsins elstu filmsavís, Variety, har Guy Lodge sigur: ”Love’s commentary on modern relations may be more complex and chewy than just “live and let live,” but the film’s calm embrace of whatever works for the individual is refreshingly humane, rhetorically exciting and more than a little hot.”
You may also like the following events from Filmsfelagið:
- Next Wednesday, 27th August, 08:00 pm, The Great Lillian Hall (Michael Cristofer USA 2024 110 min) in Tórshavn
- Next month, 3rd September, 08:00 pm, Summarbókin (The Summerbook Charlie McDowell USA, Finnland, Bretland 2024 95 min) in Tórshavn
- Next month, 17th September, 08:00 pm, Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min) in Tórshavn
Also check out other
Entertainment events in Tórshavn.