Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND

Sat, 04 Oct, 2025 at 08:00 pm

Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND

Løkshøll

Highlights

Sat, 04 Oct, 2025 at 08:00 pm

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Sat, 04 Oct, 2025 at 08:00 pm (WEST)

Rókarvegur 1, 620 Runavík

Rókavegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND
HIMMAL HEIM OG HAMMOND

Leygarkvøldið 4. oktober lata vit dyrnar upp til eitt tónleikabrak, har Hammond urgan verður snúningspunktið. Fimm av okkara fremstu sangsolistum fara saman við einum væluppløgdum bólki og kóri at framføra eina røð av kendum løgum; útlendsk og føroysk, har Hammond urgan hevur ein sentralan leiklut í ljóðmyndini.


Tey flestu munnu kenna eyðkendu klangirnar frá Hammond urguni, sum serliga í 60'unum og 70'unum varð dúgliga brúkt innan blues og rokk tónleik. Men søgan um Hammond urguna byrjaði í 1935, tá ið Laurens Hammond og John M. Hanert uppfunnu hesa serstøku el-urguna, hvørs aðalmál var at verða eitt bíligt alternativ til pípuurgurnar í kirkjum. Men skjótt gjørdist Hammond urgan væl umtókt innan jazz tónleik og seinni vóru tað serliga prog-rokk bólkar frá 70'unum, sum yndaðu at brúka Hammond urguna.


'A Whiter Shade of Pale' hjá Procol Harum er kanska ein av kendastu ímyndunum av Hammond urguni og hennara hugtakandi klangi. Hesin verður sjálvandi ein av sangunum á konsertskránni leygarkvøldið 4. oktober, umframt ein litføgur røð av Hammond-klassikarum innan ymiskar tónleikagreinar, frá rokk til gospel. Teir fimm sangsolistarnir eru Guðrun Sólja Jacobsen, James Olsen, Jens Marni Hansen, Kristina Bærendsen og Ronny Nielsen. Tað er Hans Poulsen, sum er kapellmeistari og hevur Hammond tangentarnar um hendi. Afturat sær hevur hann eitt valalið av tónleikarum og kórsangarum. Eldhugaði fjølmentamiðlarin Birgir Kruse fer at innleiða kvøldið við einari Hammond-hugleiðing.


Í ár eru 90 ár síðani Hammond urgan sá dagsins ljós, og vit feira hendan 90 ára føðingardagin við einari Hammond-feitari konsert í Løkshøll 4. oktober kl. 20.00!


Atgongumerki á 295 kr (+ 10 kr í avgjaldi) á loksholl.fo


You may also like the following events from Løkshøll:

Also check out other Concerts in Tórshavn, Music events in Tórshavn, Entertainment events in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND can be booked here.

Advertisement

Nearby Hotels

Rókarvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Rókavegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot

Host Details

Løkshøll

Løkshøll

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Konsert: HIMMAL HEIM OG HAMMOND
Sat, 04 Oct, 2025 at 08:00 pm