Hin tvífalt Oscarvirðislønta Jessica Lange (f.1949) er trúfasta Broadwaystjørnan, Lillian Hall, sum aldri hevur svikið áskoðaran.
Men nú hon skal spæla í Kirsiberjagarðinum, sum russiski Anton Tjekhov (1860-1904) skrivaði árið fyri hann doyði, bara 44 ára gamal, fer at bila hjá Lillian.
Edith Wilson (Kathy Bates) er dagligur stuðul í sjónleikarhúsinum, og skal síggja til, at alt gongur væl við framførsluni. Men eins og leikstjórin og leiðarin í húsinum, kennir Edith á sær, at her ruggar ikki rætt við Lillian. Hon er ikki hin sama, nú hon er farin at gloyma tekstin.
Næstrafólkini, sum Lillian ikki hevur sett í fremstu røð, merkja onga broyting av pallinum í sjónleikarhúsinum. Dóttrina hevur hon ikki stundir til og ommubørnini eru enn longri burturi úr gerandisdegnum.
Við ringum tannabiti fer hon til læknan, sum bara kann geva henni tey keðiligu boð, at boytingarnar, hon longu merkir, fara at verða enn fleiri.
Eru stundir, at hon kann leggja nakað um í lívinum, og vil hon yvirhøvur gera tað?
André Niclasen, sum var við at endurstovna Filmsfelagið í 1984, hevur týtt russiska leikin, Kirsiberjagarðurin, til føroyskt. Hann er í sjónleikasavninum á Landsbókasavninum.
Filmurin byggir lutvíst á lívið hjá virðisløntu Broadwaystjørnuni, Marian Seldes (1928-2014).
Hollywood Reporter skrivar um filmin: “The Great Lillian Hall is a lovely tribute to life in the theater, with all its personal compromises, and a showcase for Lange, who deftly shows the character as a vulnerable woman and also displays the distinct style of Lillian the bravura actress.”
You may also like the following events from Filmsfelagið:
- Next month, 3rd September, 08:00 pm, Summarbókin (The Summerbook Charlie McDowell USA, Finnland, Bretland 2024 95 min) in Tórshavn
- Next month, 10th September, 08:00 pm, Kærleiki (Kjærlighet Dag Johan Haugerud Noreg 2024 119 min) in Tórshavn
- Next month, 17th September, 08:00 pm, Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min) in Tórshavn
Also check out other
Arts events in Tórshavn,
Theatre events in Tórshavn.