Søgugonga í Oyndarfirði, 13 September | Event in Tórshavn | AllEvents

Søgugonga í Oyndarfirði

Søgufrøi

Highlights

Sat, 13 Sep, 2025 at 07:00 pm

Oyndarfjørður

Advertisement

Date & Location

Sat, 13 Sep, 2025 at 07:00 pm (WEST)

Oyndarfjørður

Hellur, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Søgugonga í Oyndarfirði
Søgugonga í Oyndarfirði

Leygarkvøldið 13. september verður hugnaliga bygdin Oyndarfjørður aftur karmur um Søgugonguna, sum hevur til endamáls at kveikja hugin at lurta eftir søgum og menna kynstrið at siga frá søgum. Tíggju kvinnur og menn fara at siga frá søgum í seks ymiskum støðum, og fyri at hoyra tær ymisku søgurnar verður gingið hús úr húsi.

Byrjað verður í aldargomlu vøkru trækirkjuni við stuttari frásøgn og felagssangi. Síðani byrjar sjálv søgugongan til Kinnahúsini, Víkhúsini, Ansastovu, Húsini á Breyt og gamla skúlan. Tey, ið fara at siga frá hesaferð eru Durita Holm, Katrin Petersen, Marjun Syderbø Kjelnæs, Randi Meitil, Rani Nolsøe, Tummas M. Jacobsen, hjúnini Oddbjørg og Niclas Joensen og dóttirin Vígdis T. Klein (Víkhúsini) og vit enda Søgugonguna eins og vit byrja; í kirkjuni, har Ólavur Jakobsen, tónleikari fer at siga frá um J.C. Svabo við orðum og tónum. Síðani fara vit upp á gólv í bygdasalinum, og tað er ungi lokali kvøðarin, Kristian Jacobsen, ið skipar dansin. Í bygdasalinum í skúlanum verða skrá, 'gongukort' og armband útflýggjað, og frá kl. 17.30 og til tiltakið endar á midnátt ber eisini til at keypa mat og drekka har.

Lagt verður upp til eitt hugnaligt kvøld við góðum søgum, heimligum stovum, túnatosi, skemti, sangi og føroyskum dansi.

Kostnaðurin er 295 kr (+10 kr í avgjaldi) Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta.

Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd á facebook vangamyndini "Søgufrøi".

Søgufrøi-verkætlanin er stuðlað av Runavíkar kommunu, Mentanargrunni Landsins og Almanna og Mentamálaráðnum.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for Søgugonga í Oyndarfirði can be booked here.

Advertisement

Nearby Hotels

Oyndarfjørður, Hellur, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot

Host Details

Søgufrøi

Søgufrøi

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Søgugonga í Oyndarfirði, 13 September | Event in Tórshavn | AllEvents
Søgugonga í Oyndarfirði
Sat, 13 Sep, 2025 at 07:00 pm