Vetrarframsýning hjá HUFF ❄️⛄️🐶
Framsýningin verður 01.11.2025 kl 10 í Gundadalshøllini.
Dómari er Børge Espeland frá Norra
Sum vanligt er skráin soleiðis:
• Rasu døming
• Barn og hund kapping
• Juniorhandling
• BIS finalurnar
• Lutaseðlar
Flokkarnir eru bólkaðir soleiðis:
• Baby hvølpur: 3-6 mánaðir
• Hvølpur: 6-9 mánaðir
• Juniorklasse: 9-18 mánaðir
• Mellemklasse: 15-24 mánaðir
• Åbenklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir
• Championklasse: úr 15 mánaðum og uppeftir (skal vera champion fyri at vera í hesum klassa, junior champion er ikki nokk)
• Veteranklasse: úr 8 árum og uppeftir
Bara hundar við FCI-góðkendari ættartalvu kunnu luttaka og hendan skal vera skrásett hjá DKK.
Eisini hava vit eina barnakapping, har børn og ung undir 17 ár kunnu vísa hundin fram. Her hyggur dómarin eftir, hvussu hundurin verður vístur fram og ikki eftir góðskuni á hundinum. Tó skal hundurin verða tilmeldaður til framsýningina og vera í minimum juniorklassa. Kostnaðurin fyri hesa kappingina er 100 kr. Tað ber til at tilmelda til barna- og ungdómskappingina í høllini.
Tað er avmarkað tal á hundum ið kunnu luttaka á framsýningini.
G.G tað eru bara luttakandi hundar sum sleppa inn í høllina.
Tit kunnu melda til framsýningina á hundeweb, freistin at melda til er tann 15.10.2025.
Seinna freistin er 22.10.2025 og kostar 100 kr eyka.
Sí leinkju ⬇️⬇️⬇️
https://www.hundeweb.dk/dkk/public/openPage/paameldingUtstilling/steg0.html?UTLNR=250417