Enekk á Reinsarínum, 31 October | Event in Tórshavn | AllEvents

Enekk á Reinsarínum

Tórsgøta

Highlights

Fri, 31 Oct, 2025 at 10:00 pm

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Fri, 31 Oct, 2025 at 10:00 pm (WET)

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn

Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Enekk á Reinsarínum

Tað verður magiskt, tað verður poetiskt – tað verður Enekk!

Enekk hevur havt eitt fast pláss á tónleikapallinum í yvir 30 ár. Og bólkurin fangar framvegis hjørtuni hjá nýggjum ættarliðum, og tá veit tú, at tú hevur við nakað heilt serligt at gera. Enekk hevur altíð verið egin. Eitt ljóðunivers, har mann megnar at sameina jazz, og føroyskan- og bulgarskan fólkatónleik. Har poetisk orð, sterkar røddir og djúpir tónar renna saman. Úrslitið er eitt ljóð, sum bara Enekk megnar at skapa.

Røddin hjá Kára Sverrisson er ein kapittul fyri seg. Eyðkenda og fantastiska góða røddin, sum við árunum er blivin ein partur av okkara mentanararvi. Ein rødd, sum hevur borið okkum ígjøgnum sorg, gleði og lívsins spurningar. Kári hevur ein sangstíl, sum bæði er nýmótans og rótfastur, bæði heimsborgarligur og ómetaliga føroyskur í senn.

Men Enekk er absolutt eisini Agnar Lamhauge á bassi og Óli á Grindafløtti á klaveri, synth og harmoniku. Ein trygg kjarna, ið eisini er bulurin í ljóðinum hjá Enekk. Til hesa serligu konsertina á Reinsarínum eru eisini Høgni Klakkstein á trummum og Heðin Ziska Davidsen við el-gittara og elektronikki við. Báðir hava áður verið við og kenna bólkin innanífrá.

Tú kanst vænta eina ferð gjøgnum fýra útgávur. Tú fert at hoyra løg frá fyrstu útgávuni Andlit hins tigandi til ta seinastu, Meðan vit nærkast jørðini. Eisini verða nýggj løg at hoyra, sum ikki eru útgivin enn. Hetta verður ein uppliving, har søgan og framtíðin hjá Enekk møtast á palli.

Hetta verður ein poetisk og musikalsk uppliving, sum tú mást fara til. Tað er nakað við Enekk, sum fer beint í hjartað, og sum tú ongantíð fær nóg mikið av. Hetta er ein mentanarlig gáva, og nú er tað upp til tín, um tú tekur ímóti henni! Ogna tær atgongumerki á www.torsgota.fo , áðrenn onkur annar fer avstað við tí.


You may also like the following events from Tórsgøta:

Also check out other Music events in Tórshavn, Entertainment events in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for Enekk á Reinsarínum can be booked here.

Advertisement

Event Tags

Nearby Hotels

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot

Host Details

Tórsgøta

Tórsgøta

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Enekk á Reinsarínum, 31 October | Event in Tórshavn | AllEvents
Enekk á Reinsarínum
Fri, 31 Oct, 2025 at 10:00 pm