***Leygarkvøldið 5. Juli kl. 20.30 í Tøting***
Atgongumerki á 150 kr. (Tó bert 100 kr. fyri limir í Grót) fáast við dyrnar.
Ung 18 ár og yngri hava ókeypis atgongd.
Stundum:
Stundum er ein nýggjur FØ/ÍS jazz bólkur, sum tekur íblástur í millum annað bebop og fólkatónleiki.
Teir eksperimentera nógv við ymiskum taktsløgum samansett við melodiskum melodium, sum ger tað lætt og spennandi at lurta eftir - sjálvt fyri tað óroynda oyra.
Teir leggja stóran dent á improvisatión og at skapa eina søgu í nú’inum. Alt sum teir spæla er orginalur tónleikur sum limir í bólkinum hava skrivað.
Bólkurin:
Ari Johannesen - Gittar
Andri Eyfjörð Jóhannesson - Trummur
Jon Ingvi Seljeseth - Klaver
Moritz Christiansen - Saxofon
Friðrik Örn Sigþórsson – Bass
Vinjar:
Eftir 3 ár í Reykjavík kemur klaver og keyboardleikarin Vinjar nú heim at framføra sínar feskastu kompositiónir á fyrsta sinni.
Vinjar hevur longu í nógv ár verið ein stórur partur av føroyska tónleikapallinum; har vit hava hoyrt hann spælt við óteljandi artistum og tónlistarligum verkætlanum, m.a. Jazzygold, Leu Kampmann, Einangran o.s.fr.
Nýggja solomatriali hansara sjangrar saman eitt hugvekjandi eksperiment við bleytfølnum fólkatónleiki og núlivandi norðurlendskum jazzi.
Bólkurin:
Per I. Højgaard Petersen - Trummur
Friðrik Örn - Kontrabass
Moritz Christiansen - Tenor saxofon
Vinjar E. Petersen - Klaver
Tónleikasamtakið Grót
Also check out other Music events in Tórshavn, Entertainment events in Tórshavn.