Nýtt lív skal blásast í Varmakelduna. Tí eru Mentanarhúsið og Etasjan farin undir eitt samstarv at gera eitt brak av eini konsert á stevnuni. Livandi Varmakelda, sum vit kalla tiltakið, skal byggjast upp ár fyri ár og verður eftir ætlan eitt afturvendandi stórtiltak á Varmakeldu í Fuglafirði, fyrsta leygardag í juli á hvørjum ári.
Á skránni í ár
21KNM
Adrenaline
Kim Hansen v/bólki
Jens Marni Hansen v/bólki
Ingi Poulsen duo
DJ Antony Charles
Tunghoyrt
Guðný Emilíana & Helgi Tórshamar (úr Íslandi)
Karmar
Allar konsertirnar verða í Mentanarhúsinum, sum við stórum palli, ljósseting og dygdaranleggi spílar seg út at skapa best møguligu karmarnar.
Fyrsta framførslan byrjar kl. 19.30 og tiltakið endar um náttina kl. 03.45. Í hesum tíðarskeiði fara 8 ymiskir tónleikabólkar og einstaklingar á pallin. Skráin fevnir breitt um sjangrur og aldur – og endamálið er eitt kvøld sum er fólksligt, rúmligt, festligt – og livandi.
Atgongumerki
Seld vera 500 atgongumerki.
Fyrstu 100 fáast fyri serprís á 395 kr (bert fá eftir).
Síðani fer prísurin upp á 495 kr.
Prísurin á degnum er 595 kr.
Søga og framtíð
Varmakelda er ein av elstu stevnunum í Føroyum, og hevur rót langt aftur í forna tíð, tá ið keldan varð hildin at hava lekjandi kraft, har fólk komu saman við kelduna til dans og annan felagsskap.
Síðani 1952 hevur varmakelda verið hildin sum ein av bygdarstevnunum við kappróðri og øðrum til gamans og álvara.
Hóast fleiri av stevnunum eru fánaðar munandi ella viknandi munandi, livir varmakeldan enn - og nú skal nýtt lív blásast í hesa siðvenju við tiltakinum, Livandi Varmakelda, sum verður hildið á fyrsta sinni leygarkvøldið 5. juli 2025.
Endamálið er at byggja eitt afturvendandi tiltak upp næstu árini. Mentanarhúsið og økið kring húsið eru framúr góðir karmar til slík tiltøk. Verður undirtøkan góð, eru útlitini fyri at Livandi Varmakeldu verður ein fastur og livandi partur av føroyska tónleikasummarinum, bjørt.
Fylg við á Facebook: Livandi Varmakelda og Instagram: @livandivarmakelda.
Also check out other Concerts in Tórshavn.