So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.
Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð. Og sum altíð er ein serligur gestur, sum hesa ferð er Bolstad.
Bolstad er bæði sangskrivari og framleiðari, og hann hevur sín heilt egna stíl. Við rótum í Old School, Boom Bap og Gangsta Rap hevur hann funnið sítt heilt egna ljóð, sum bæði er rátt og ófiltrerað.
Tá Bolstad fer á pallin, veit tú, at alt verður sagt beint út – uttan filtur og uttan at pakka nakað inn. Hetta er skuggasíðan av Føroyum í menniskjahami. Hann er ikki bangin fyri at siga tað, sum tað er, og er eisini fulkomuliga líkaglaður, hvat onnur fólk halda. Ja, tað fær illa verið meir autentiskt, kontant og in your face enn Bolstad. Eitt vælkomið spark í skinnabeinið, har tú verður noyddur at konfrontera veruleikan, og onki verður feiðað undir teppið.
Innskriving: kl. 19.30
Bolstad á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd
Tiltakið verður stuðlað av Koda-Kultur
You may also like the following events from Tórsgøta: