Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum, 22 August | Event in Tórshavn | AllEvents

Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum

Tórsgøta

Highlights

Fri, 22 Aug, 2025 at 09:00 pm

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Fri, 22 Aug, 2025 at 09:00 pm (WEST)

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn

Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum
Tað er ikki hvønn dag, tú møtir einum listafólki, sum ger alt frá folk og popp til elektroniskan tónleik og klassisk verk. Men Guðrið Hansdóttir ger júst tað – og meira afturat.

Fødd í 1980 og við yvir 20 árum á tónleikapallinum, hevur Guðrið sett síni spor bæði í Føroyum og uttanlands. Hon hevur givið út eina røð av dygdargóðum útgávum – frá debutini Love is Dead í 2007 til Gult myrkur í 2022, ið vann bæði ársins útgávu og ársins tekst á FMA. Tekstirnir eru skrivaðir av Lív Mariu Róadóttir Jæger og hava rakt ein nerva bæði heima og úti.

Hon er eisini kend úr bólkinum BYRTA, ið við sínum elektropoppi var eitt nýbrot innan føroyskan tónleik, og hon er ein av røddunum í KATA, har hon tekur lut í djørvum og eksperimenterandi vokalverkum.

Við einum bachelor í skapandi arbeiði frá Fróðskaparsetrinum hevur Guðrið eisini skrivað klassisk verk til strúkikvartettir, kór og harmoniorkestur – og ehon blívur við at menna seg, tí í februar 2026 kemur hennara næsta útgáva út!

Við sær á palli hevur hon eitt sterkt lið:
Guðrið Hansdóttir – vokal & gittar
Vinjar Petersen – tangentar
Mikael Blak – bass
Harald Fonsdal Johannesen – trummur

Tiltakið verður stuðlað av Økistónar og Koda-Kultur.


You may also like the following events from Tórsgøta:

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum can be booked here.

Advertisement

Nearby Hotels

Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot

Host Details

Tórsgøta

Tórsgøta

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum, 22 August | Event in Tórshavn | AllEvents
Guðrið Hansdóttir á Reinsarínum
Fri, 22 Aug, 2025 at 09:00 pm