Fernisering: Jens Dam Ziska | Event in Tórshavn | AllEvents

Fernisering: Jens Dam Ziska

Listasavn Føroya

Highlights

Fri, 22 Aug, 2025 at 04:00 pm

2 hours

Gundadalsvegur 9, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Fri, 22 Aug, 2025 at 04:00 pm to 06:00 pm (WEST)

Gundadalsvegur 9, FO-100 Tórshavn

Gundadalsvegur 7, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Fernisering: Jens Dam Ziska
Fríggjadagin 22. august bjóðar Listasavn Føroya til framsýning við verkum eftir listamannin Jens Dam Ziska. Í mong ár hevur hann sýnt fram verk við áhaldandi dygd og menning. Seinastu árini hevur hann arbeitt við málningum í stórum formati. Hetta verður fyrsta stóra savnsframsýningin hjá honum og fyrstu ferð, at stóru verkini verða sýnd fram í Føroyum.

Framsýningin eitur “Eftirmyndir”. Verkini hjá Jensi Dam Ziska lýsa ikki sjálva hendingina, men myndir, sum standa eftir. Tað vil siga eftirlívið frá eini hending, goymdar veruleikar, gloymdar søgur, og hvussu tann metafysiski heimurin kann ávirka upplivingina av einum staði. Verkini eru afturljóð av tí ósædda og endurgeva tað, sum var – eftirmyndirnar, ið hava fest seg handan eygnalokini, eitt markamót millum tað, ið er eygleitt, og tað, ið er ímyndað. Eitt slag av rannsakan av minninum og tí persónligu upplivingini, har veruleiki og tulking renna saman.

Fernisering verður fríggjadagin 22. august kl. 16-18.

Kirstin Helgadóttir, kurator, bjóðar vælkomin.
Lív Maria Róadóttir Jæger lesur yrkingar.
Dan Helgi í Gong diskar.
Savnið bjóðar drekkivørur og ábit.

Ein plakat verður givin út í sambandi við framsýningina, og hon fæst til keyps til ferniseringina. Øll eru vælkomin.

Listasavn Føroya

--

Málningarnir taka støði i siðbundnari málningalist, men skilja seg burturfrá tí, vit kenna úr føroyskari listasøgu. Listamaðurin eygleiðir og avmyndar nærumhvørvið við samtíðarbrillum og einum altjóða dámi. Hann arbeiðir fjølbroytt við formi og tøkni og bjóðar støðugt siðvenjuni av. Fleiri av myndevnunum koma frá fotomyndum, ið hann brúkar sum eitt amboð til at skráseta motivini. Í tilgongdini syndrar hann fotomyndirnar og leggur afturat við tekning og grafikki.

Verkini mynda oftast støð, ið hava serligan týdning fyri listamannin. Hann umsetir hesi støð til abstraktar kompositiónir. Grafisk skap sveima og pulsa í litføgrum samljóði og skapa eitt slag av vektloysi, sum samstundis er væl grundað í geometriskum samansetingum. Hetta er eitt nýtt føroyskt landslag, ein nýggj føroysk innimynd, sum bæði er rótfest í Føroyum og altjóða. Eitt føroyskt myndevni, ið er partur av altjóða rákum og ávirkan.

Framsýningin er opin frá 22. august til 2. november.


Also check out other Festivals in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

To stay informed about ticket information or to know if tickets are not required, click the 'Notify me' button below.

Advertisement

Nearby Hotels

Gundadalsvegur 9, FO-100 Tórshavn, Faroe Islands, Gundadalsvegur 7, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Get updates and reminders

Host Details

Listasavn Føroya

Listasavn Føroya

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Fernisering: Jens Dam Ziska | Event in Tórshavn | AllEvents
Fernisering: Jens Dam Ziska
Fri, 22 Aug, 2025 at 04:00 pm