Klædnamarknaður í Perluni og Reinsarínum 27. september- Finn gullið, áðrenn onkur annar ger tað!
Hevur tú klæðir, sum tú ert troytt/ur av? Ella droymir tú um at finna eitt plagg, sum ongin annar hevur?
Leygardagin 27. september kl. 11-16 verður Perlan umskapað til eitt mekka av endurnýtslu-gulli!
Her finnur tú:
✨ Feit og bílig brúkt klæðir, sum tú helst ikki finnur í vanligum handlum
✨ Skógvar, smúkkur og lutir við søgu og stíli
✨ Heimabakaðar vafflur, kaffi, thé og hugnaligt prát, meðan tú “loppar” teg gjøgnum Perluna og Reinsaríið
Hetta er títt høvi at geva klæðum eitt nýtt lív — og finna títt nýggja yndisplagg fyri ein bíligan penga.
Men tú veitst, hvussu tað er… tann, sum kemur fyrst á gátt, finnur gullið. So tað er at drøna oman í Perluna og Reinsaríið 27. septembur, so onkur annar ikki fer avstað við tínum yndisplaggi.
Tú kanst gjalda við bankaflyting, men minst til at taka reiðan pening við!
You may also like the following events from Tórsgøta: