Ókeypis Konsert við Ragnar Finsson í Tutl, 24 October | Event in Tórshavn | AllEvents

Ókeypis Konsert við Ragnar Finsson í Tutl

TUTL Plátufelagið - TUTL Records

Highlights

Fri, 24 Oct, 2025 at 07:00 pm

Niels Finsensgøta 9c, 100 Tórshavn, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Fri, 24 Oct, 2025 at 07:00 pm (WEST)

Niels Finsensgøta 9c, 100 Tórshavn

Niels Finsens gøta 33, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Ókeypis Konsert við Ragnar Finsson í Tutl
Ragnar Finsson til Heysthugna í Tutl!
Fríggjarkvøldið 24. oktobur kl. 19.00 fer Ragnar Finsson at framføra síni egnu, inniligu og fólksligu løg á Káta Horninum.
Ragnar Finsson er føroyskur framleiðari, sangskrivari og tónlistafólkið handan fleiri vælkendar útgávur. Tónlistarliga fær hann m.a. íblástur frá listafólkum sum Big Thief, Adrianne Lenker, Steve Lacy, José González, Bon Iver og Fleetwood Mac. Ragnar skrivar løg, ið kennast bæði innilig og stór, við fløktum gittarum, rúmligari framleiðslu og filosofiskum tekstum. Tónleikurin er ektaður, nærverandi, háfloygdur og fólksligur.
Ragnar arbeiðir í løtuni uppá sína fyrstu solo heildarútgávu, og hann ímyndar sær, at hansara ljóð kundi mint um tónleikin hjá listafólkum sum Big Thief ella Bon Iver, sum hann eisini droymir um at hita upp fyri.
Í 2024 vann hann annaðpláss í Sement og varð í tí sambandi útvaldur at spæla á G! Festivalinum.
Áðrenn Sement, útgav hann sína EP Crossing undir listanavninum HORRSE, ið fekk sera góða ummæli og vann honum heiðurin Ársins Nýggja Navn á FMA. Hann vann seinni eisini virðislønina Ársins Útgáva fyri Ja/Nei – og restin av vikuni hjá Daniu O. Tausen, sum hann hevði verið við til at skrivað og framleitt. Hann hevur harumframt samstarvað á fleiri øðrum útgávum hjá føroyskum listafólkum, so sum Marianna Winter, Aggrasoppar og Marius DC.
Ragnar hevur framført sín tónleik á altjóða pallum sum The Great Escape, G! Festivalinum og komandi novembur fer leiðin til Reykjavíkar, har hann skal framføra á Iceland Airwaves. Áðrenn tað ber til at uppliva Ragnar á Káta Horninum og til longri konsert í Listastovuni, leygarkvøld 25.okt kl. 20.00.
Hetta verður sostatt ein upphiting og fyrireiking til stóra sýnisglugga festivalin í Reykjavík.
Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Tutl hevur í andanum av Heysthugnavikuskiftinum eisini longt upplatingartíðirnar:
Fríggjadagin er opið 10.00-20.00
Leygardagin er opið 10.00-18.00

Ooog so seta vit kúgvakassan hjá okkum fram; Kúgvakassin inniheldur plátur og fløgur, sum hava ein snudd á húsanum, men eru annars í góðum standi. Kom framvið ;)


Also check out other Concerts in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

To stay informed about ticket information or to know if tickets are not required, click the 'Notify me' button below.

Advertisement

Event Tags

Nearby Hotels

Niels Finsensgøta 9c, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Niels Finsens gøta 33, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Get updates and reminders
Ask AI if this event suits you

Host Details

TUTL Plátufelagið - TUTL Records

TUTL Plátufelagið - TUTL Records

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Ókeypis Konsert við Ragnar Finsson í Tutl, 24 October | Event in Tórshavn | AllEvents
Ókeypis Konsert við Ragnar Finsson í Tutl
Fri, 24 Oct, 2025 at 07:00 pm