Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki | Event in Tórshavn | AllEvents

Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki

Amnesty International Føroyar

Highlights

Sat, 04 Oct, 2025 at 02:00 pm

1.5 hours

Tórsgøta

Advertisement

Date & Location

Sat, 04 Oct, 2025 at 02:00 pm to 03:30 pm (WEST)

Tórsgøta

Tórsgøta 7A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki
VEÐURLAGSBROYTINGAR, ORKUTILTØK OG RÆTTINDI HJÁ UPPRUNAFÓLKI
- framløga og prát um støðuna hjá sámum


Leygardagin 4. oktobur fáa vit forkunnuga vitjan av Aili Keskitalo úr Norðurnorra. Aili er sámi og starvast hjá Amnesty International Norra við rættindum hjá upprunafólki, veðurlagi og umhvørvi.

At tálma veðurlagsbroytingum er alneyðugt. Í hesi roynd verða stór orkutiltøk sett í verk, og fleiri av teimum í Norðurnorra, har sámar búgva og hava teirra lívsgrundarlag. Fleiri dømi eru um, at hesi orkutiltøk føra stór náttúruinntriv við sær, sum gera seg inn á rættindi hjá sámum. Samstundis sum tað er av alstórum týdningi at tálma veðurlagsbroytingum, er eisini neyðugt at virða rættindini hjá upprunafólki m.a. at útinna sína mentan.

Júst hetta verður snúningsdepilin á tiltakinum, men fyri at skilja avleiðingarnar, sum slík orkutiltøk kunnu hava á mannarættindini hjá sámum, tekur Aili okkum eisini við inn í sámiska søgu og mentan. Tí sámiska mentanin og siðbundnu vinnuvegirnir eru, sum hjá øðrum upprunafólkum, tætt knýttir at náttúruni og týdningarmiklir mál- og mentanarberar.

Tiltakið verður á Reinsarínum leygardagin 4. oktobur kl. 14. Á skránni er fyrst ein framløga, og síðani prátar Ragnheiður Bogadóttir, granskari innan økið, við Aili um spurningar og evni, sum knýta seg at veðurlagsbroytingum, orkutiltøkum og rættindum hjá upprunafólki – bæði í Norra men eisini um allan heim.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin. Tiltakið er partur av mannarættindafestivalinum, sum Amnesty Føroyar skipar fyri í samband við, at tað í ár eru 60 ár liðin, síðan felagsskapurin var settur á stovn. Síggj alla skránna her: https://www.facebook.com/events/650179384824133

Aili Keskitalo er fyrrverandi sámiskur politikari og hevur eisini verið forseti í norska Sámatinginum. Amnesty deildirnar í Norra, Svøríki og Finnlandi umframt Sámaráðið hava fyrr í ár givið út frágreiðingina “Just Transition or Green Colonialism”, sum snýr seg um, hvussu miniralúrdráttur og orkutiltøk hótta lívsgrundarlag og mentan hjá sámum í Norra, Svøríki og Finnlandi.


You may also like the following events from Amnesty International Føroyar:

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

To stay informed about ticket information or to know if tickets are not required, click the 'Notify me' button below.

Advertisement

Nearby Hotels

Tórsgøta, Tórsgøta 7A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Get updates and reminders

Host Details

Amnesty International Føroyar

Amnesty International Føroyar

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki | Event in Tórshavn | AllEvents
Veðurlagsbroytingar, orkutiltøk og rættindi hjá upprunafólki
Sat, 04 Oct, 2025 at 02:00 pm