JÓLASOUL í Listastovuni, 22 December | Event in Tórshavn | AllEvents

JÓLASOUL í Listastovuni

Listastovan

Highlights

Mon, 22 Dec, 2025 at 08:00 pm

Gummaldagøta 2, Miðvágur, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Mon, 22 Dec, 2025 at 08:00 pm (WET)

Gummaldagøta 2, Miðvágur

Gummaldagøta 2, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

JÓLASOUL í Listastovuni
EINGI JÓL UTTAN JÓLASOUL

Vit eru so heppin, at sangarinnurnar handan Jólasoul, aftur í ár hava lovað at forkela okkum við síni vælumtóktu jólakonsert sum byrjaði á vetri 2020. Í fjør útgóvu tær eina plátu við einari rúgvu av jólaløgum, og í ár gleða tær seg at aftur spæla hesar og aðrar sangir fyri okkum í Listastovuni. Í fjør framførdu tær fyri fyrstuferð Jólasoul í Listastovuni fyri fullum sali og í ár gleða tær seg ikki minni, tí "Tað verður ikki minni av einum braki hesaferð" lova tær fimm sangarinnurnar: Jasmin Mote, Anna Sofía Skoradal, Marianna W. Nagata, Katrina Olsen og Dania O. Tausen. Tær tríggjar síðstu kenna vit eisini sum jazztrioina SWAY. Haraftrat er Jólasoul eisini kent fyri at bjóða enn fleiri gestatónleikarum á pallin, so har simpulten ikki er pláss fyri fleiri!

Styrkin hjá Jólasoul er tann ymiskleikin, sum tær allar bera fram, og tó rigga tær so sera væl saman á pallinum og í ljóðmyndini. Tær framføra egnar útsetingar av alskyns jólaløgum á føroyskum, norðurlendskum og enskum, útseta tónleikin, týða tekstir, og gera egnar kórútsetingar.

Í húsorkestrinum eru Vár Miðberg (trummur), Karl Andrias Stórá (bass), Kristian Pauli Ellefsen (klaver, synth), Vinjar Egilsnes Petersen (klaver, synth) og Ari Johannesen (gittar). Ein bólkur sum úttrykkir spæligleði, nýhugsan, samanhald og kvalitet. Yvirorðnaða rósið, sum tey hava fingið aftaná hvørja konsert hevur verið, at tað er tjekkað, fólk eru í tryggum hondum, tað er stuttligt, tað er sárbært, tað er girl-power, og síðst men ikki minst, tað fær fólk í jólahumør.

"Kreativitetur. Nýbrot og nýhugsan. At bróta burturúr nýggjum. Og skapandi evni. Alt hetta eyðkennir alla konsertina og eisini limirnir í Jólasoul. Bæði í mun til at skriva nýggjar tekstir á føroyskum, at umseta til føroyskt, at gera nýggjar útsetingar av gomlum løgum og ikki minst at endurskapa og samstundis fornýggja Jólasoul konsertina, sum nú hevur fimm ár á baki." - Svanna Jákupsdóttir

"Ellivu sangir í 36 minuttir. Kendir klassikarar og nýkomið jólastoff, garnerað í róma og yvirdrivnum jólakitsj. Plátan ljómar av einum framúr spælandi universi og við myriadum av sniðfundigum úttrykkum." - Birgir Kruse

Konsertin er stuðlað av Økistónum


Also check out other Concerts in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for JÓLASOUL í Listastovuni can be booked here.

Advertisement

Event Tags

Nearby Hotels

Gummaldagøta 2, Miðvágur, Faroe Islands, Gummaldagøta 2, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot
Ask AI if this event suits you

Host Details

Listastovan

Listastovan

Are you the host? Claim Event

Advertisement
JÓLASOUL í Listastovuni, 22 December | Event in Tórshavn | AllEvents
JÓLASOUL í Listastovuni
Mon, 22 Dec, 2025 at 08:00 pm