Kom og vitja (ó)hugnaligasta savnið í Føroyum!
(Ó)hugnaligur heysthugni verður á Tjóðsavninum í heystfrítíðini 13. til og við 17. oktobur frá klokkan 11-16.
Tjóðsavnið skiftir ham, og dentur verður lagdur á, at børnini skulu fáa eina stuttliga, læruríka og upplýsandi viku – men munnu tey vaksnu ikki eisini fáa eitt gullkorn ella tvey við á vegnum 😉
Kom og loys uppgávur, lær um føroyskar sagnarverur, royn teg í barnabingo, vitja okkara skrekkiligu skrivstovu og njót ein øðrvísi dag á einum (ó)hugnaligum savni.
SKRÁIN:
Kl. 11:00 - Savnið letur upp
Kl. 11:30 - Søguløta við føroyskum sagnum og ævintýrum
kl. 12:00 - 14:00 - Spyr serfrøðingin á savninum
kl. 14:30 - Gammeldags barnabingo
kl. 16:00 - Savnið letur aftur
Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin ... ja, um tit altso tora 👻
Les meira á heimasíðu okkara á www.tjodsavnid.fo