Etisk kvøldseta í Runavík: Demokrati, 14 October | Event in Tórshavn | AllEvents

Etisk kvøldseta í Runavík: Demokrati

Etiska ráðið

Highlights

Tue, 14 Oct, 2025 at 07:00 pm

1.5 hours

Bókasavnið við Løkin

Advertisement

Date & Location

Tue, 14 Oct, 2025 at 07:00 pm to 08:30 pm (WEST)

Bókasavnið við Løkin

Fjøruvegur 3, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Etisk kvøldseta í Runavík: Demokrati
Etisk kvøldseta verður endurtikin í Runavík.

Týskvøldið 14. oktobur verður Etisk kvøldseta hildin á Bókasavninum við Løkin í samstarvi við Føroya Fólkaháskúla um evnið demokrati.

At fólkaræðið er undir trýstið, er ein vaksandi ótti í vesturheiminum. Óttin stendst millum annað av, at viljin – ella evnini – til siðiligt orðaskifti okkara millum tykist at minka støðugt. Hetta sæst serliga aftur, tá ósemjur eru um etisk viðurskifti. Hetta kvøldið fara vit at hoyra nærri um fólkaræðið, og hvat tað krevur av okkum at liva saman, hóast ósemjur.

Jógvan D. Hansen, lærari í heimspeki, fer at hugleiða um evnið út frá bókini ”Hvat er demokrati” hjá Hal Koch. Bókin kom út í 1945, og er merkt av krígnum og týsku hersetingini av Danmark, har fólkaræðið varð avtikið. Viðgerðin av umstøðunum hjá fólkaræðinum, og boðskapurin um fólkaræðið sum ein lívsformur, har samrøða má vera miðdepilin, er tó líka aktuellur í dag.

Torkil Tórgarð, nýggjur stjóri á Føroya Fólkaháskúla, fer at greiða frá háskúlarørsluni, sum tók skap í árunum kring innførsluna av donsku grundlógini, og sum varð tætt sameint við menningini av nýggja fólkaræðinum í Danmark. Háskúlarørslan kann sostatt skiljast sum eitt demokratiskt projekt, sum m.a. leggur dent á demokratiskt dannilsi og sambandið millum borgara og samfelag. Í samband við kvøldsetuna hava næmingar á háskúlanum arbeitt við evninum ‘demokrati‘, og verða málningar teirra eisini sýndir fram á kvøldsetuni.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin


Also check out other Food & Drink events in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

To stay informed about ticket information or to know if tickets are not required, click the 'Notify me' button below.

Advertisement

Nearby Hotels

Bókasavnið við Løkin, Fjøruvegur 3, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Get updates and reminders

Host Details

Etiska ráðið

Etiska ráðið

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Etisk kvøldseta í Runavík: Demokrati, 14 October | Event in Tórshavn | AllEvents
Etisk kvøldseta í Runavík: Demokrati
Tue, 14 Oct, 2025 at 07:00 pm