Hvussu vita vit, nær eitt barn hevur tørv á hjálp – og nær tað bara er eitt barn við einum øðrvísi atburði?
Nær er talan um eina veruliga dysfunktion – og nær er tað bara talan um eitt barn, sum krevur eina aðra tilgongd?
Tað er neyðugt hjá bæði foreldrum, námsfrøðingum og lærarum og øðrum, sum hava við børn at gera, at duga at skilja millum ymisk sløg av atburði hjá børnum.
Hvat er hvat?
Nær eigur ein diagnosa at verða sett, og nær er talan um, at tað eru umstøður og uppvøksturin, sum hava ávirka barnið– og hvat gera vit við tað?
Óbúgvið 5 ára gamalt barn ella eitt barn við Aspergers?
Sum fakfólk mugu vit taka støðu til, um eitt barn, sum heldur seg fyri seg sjálvt, ikki dugir spælireglurnar og ikki skilir signalini frá øðrum børnum, er eitt óbúgvið 5 ára gamalt barn ella eitt barn við Aspergers syndromi.
Ella er eitt ov tíðliga føtt barn ovurviðkvæmt og hevur ringt við at hugsavna seg, tí foreldrini heilt frá føðingini hava tikið serlig atlit – drigin av ræðsluni fyri at missa tað. Ella er talan um eitt óbúgvið miðnervalag og eina seinkaða myelinbúning?
Hevur drongurin, sum júst hevur skapað rok í sínum flokki, ADHD við ov høgum virkni í heilarunninum, ella er hann bara ein frustreraður 14 ára gamal drongur, hvørs foreldur skulu skiljast?
Ja spurningarnir eru nógvir!
Umstøður og uppvøkstur ella heilin? – Ein fyritreyt at hava vitanina 👌
Tað er í heila tikið ikki lætt at kenna mun á børnum, ið hava avbjóðingar vegna uppvøkstur og umstøður, og børnum, ið hava ólag í heilanum. Hetta kann verða ein stórur gloypibiti fyri tey flestu.
Tí er vitan um aldurstilsvarandi menning hjá børnum framvegis eitt ómetaliga týdningarmikið amboð. Uttan hesa vitan hevur tú onga fyritreyt fyri at meta um, hvørt eitt barn er vanliga ment, eitt sindur óbúgvið ella seinkað í menningini – ella um talan er um eina disfunktión.
Allir heilar kunnu ávirkast, men ikki allir heilar eru skipaðir eins. Hetta merkir í praksis, at sama slag av námsfrøði verður uppfatað ymiskt av ymiskum børnum.
Úrtøka:
✅Skeiðið hjálpir fakfólki at skilja, nær atferð hjá børnum hongur saman við uppvøkstrinum og umstøðunum, og nær er talan er um neurologiskt ólag.
✅Tú fært fakligar førleikar at skilja millum tann atburð, sum er væntandi á ávísum aldursstigi, og tann atburð, vit skulu vera serliga varin við.
✅Tú blívur betri ílatin til at meta um atburð barnsins í einum heildarperspektivi, har bæði biologiskir og sosialir tættir verða tiknir við.
✅Samstundis fært tú góð ráð um, hvat slag av pedagogikki riggar best, og nær hann riggar.
✅Øll børn hava tørv á at verða inkluderaði, bæði av javnaldrum og av teimum vaksnu. Á skeiðsdegnum fært tú góð ráð um, hvussu tú sum fakfólk kanst handfara egnar vónir, og hvat tú til dømis kanst gera, um eitt barn “manglar ein vin”.
✅Skeiðið hjálpir eisini at skilja munin á autismu og autistiskum trekki, tí tann pedagogikkurin, sum riggar, er øgiliga ymiskur.
✅Endamálið við skeiðinum er, at fakfólk aftaná skeiðið standa sterkari í gerandisdegnum, tá tað kemur til børn við øllum sløgum av heila.
Eitt skeið fyri øll, sum arbeiða við børnum ella hava áhuga fyri evninum.
💰💰💰
Keyp áðrenn 18. september fyri bert 1185 kr. + MVG!
Kostnaður eftir 18. september er 1,585 kr. + mvg pr. persón.
You may also like the following events from Synergi.fo: