Felagskonsert við Tórshavnar Kamarkóri og Tarira í Hoyvíkar kirkju fríggjadagin 21. november kl. 19:30.
Kórleiðari er Bernharður Wilkinson.
Tarira og Tórshavnar Kamarkór hava áður havt sera væleydnaðar felagskonsertir.
Á vári í 2021 framførdu kórini stóru verkini Dixit dominus hjá Handel og Christ lag in Todes Banden hjá J.S. Bach.
Í 2023 fóru kórini undir at venja verkið Requiem hjá Duruflé og framførdu á heysti Requiem og onnur smærri yndislig kórverk.
Í ár eru kórini farin undir Mass for double choir hjá Frank Martin. Stórbæra vakra messan var skrivað í árunum 1922-1926.
Frank Martin hevði ikki tørv á at fáa messuna framførda alment, tí fyri hann var hettar eitt sera persónligt andaligt verk, sum hann hevði skriva um relatiónina ímillum seg sjálvan og Gud, har inniligi einfaldleikin og stórfingni tónlistarligi bygnaðurin ganga hond í hond.
Verkið lá í einari skuffu í 41 ár.
Í 1962 sá kórleiðarin hjá Bugenhagen-Kantorei í Hamburg, Mr. Franz W. Brunnert, at verkið var á einum lista yvir verk, sum Frank Martin hevði skrivað og hann bað so um at fáa eitt avrit, so hann kundi granska tað. Hettar førdi so til ta allar fyrstu framførðsluna av Mass for double choir á vári í 1963, 41 ár eftir at verkið var skrivað.
Mass for double choir verður framført av høgt mettum kórum kring heimin. Til konsertina í Hoyvíkar kirkju framførir kórið satsirnar Kyrie, Sanctus og Agnus Dei.
Umframt Mass for double choir, fer kórið at framføra Miserere hjá James MacMillan, Agnus Dei hjá Samuel Barber og Her Sacret Spirit Soars og Leonardo Dreams of his flying Machine hjá Eric Whitacre.
Konsertin er ókeypis.
Vælkomin á konsert!
Tarira & Tórshavnar Kamarkór
Also check out other Music events in Tórshavn, Entertainment events in Tórshavn, Concerts in Tórshavn.