Nú verður aftur høvi at uppliva føroyskt/norðurlendska bólkin Klingra í Føroyum – leygarkvøldið 22. november spælir bólkurin í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, á skránn verður eisini Lyon Hansen við bólki.
Konsertin er partur av ferðini hjá Klingru til Føroya, har limirnir arbeiða við nýggjum tilfari. Sambært bólkinum sjálvum er nýggi tónleikurin meira popputtur og lívligur, og nøkur av nýggju løgunum verða eisini at hoyra á konsertini.
Í sambandi við vitjanina gevur Klingra út verkið Eftirljómar, sum er triðja og seinasta liðið í heildarverkinum um føroyingahavnina.
Limirnir í Klingru eru úr Føroyum, Danmark, Finnlandi, Lettlandi og Noregi. Øll eru eru yrkistónlistafólk og tónleikarar við nógvum royndum frá bólkum sum Jack White, Savage Rose, Afenginn og Teitur.
Manningin sum kemur at spæla í Mentanarhúsinum er hendan: Dánjal á Neystabø, Kim Nyberg, Mikael Blak, Heðin Ziska Davidsen, Knud Finsrud.
Á skránni sama kvøld er eisini Lyon Hansen við bólki. Lyon hevði eina nógv fagnaða framførslu á HOYMA í september mánaða. Í sínari lýsing av Lyon skrivaði HOYMA m.a. soleiðis:
“Við høvuðsvegin, millum kirkjuna, missiónshúsið og salin hjá brøðrunum við Gøtugjógv, vaks Lyon Hansen upp. Í sær hevur hann glóðina og fingraspælið frá Blind Willy McTell, poesiiina frá Dylan og Cohen, og prædikkuna frá einum suðurstatspresti. Men samstundis býr í honum føroyska sorgblídni og spakførið, ið hann hevur arvað m.a. frá abba sínum, skómakaranum. Lyon er ein komplettur tónleikari. Hann hevur dýpd og kenslusemi. Ómetaliga góða rødd. Eitt guitarspæl sum eingin annar í landinum. Og eina dragandi introverta karismu.”
Við sær í Mentanarhúsið hevur Lyon bassleikaran, Karl Andrias Stórá og ljómborðsleikaran Kristian Paula Ellefsen.
Klingra
+ Lyon Hansen við bólki
Mentanarhúsið í Fuglafirði
Leygarkvøldið 22. november kl. 20.00
You may also like the following events from Mentanarhúsið í Fuglafirði: