GEV RÚM! ‘25, 14 November | Event in Tórshavn | AllEvents

GEV RÚM! ‘25

Vegurin - Fríkirkjan í Vágum

Highlights

Fri, 14 Nov, 2025 at 03:00 pm

Bygdarhúsið í Miðvági

Advertisement

Date & Location

Fri, 14 Nov, 2025 at 03:00 pm - Sun, 16 Nov, 2025 at 02:00 pm (WET)

Bygdarhúsið í Miðvági

Kirkjavegur 3, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

GEV RÚM! ‘25
Vegurin bjóðar til ráðstevnuna GEV RÚM! ‘25

Ráðstevnan byggir uppundir ta kirkjufatan, at profeta- og apostlatænastan, sambært skriftini, hevur sítt pláss í kirkjuni enn í dag. Jesus gav, og gevur framvegis, kristnu kirkjuni tænastugávur. Undir felagsheitinum "tann fimmfaldaða tænastan", kenna vit hesar tænastur, sum lærarar, evangelistar, profetar, hirðar og ápostlar. Fyri at kristna kirkjan skal vera fullfør, at virka í kraft og ríkið Guds kann ganga fram, eiga allar hesar tænastur at virka saman. Vit vilja kalla fram ta fimm faldaðu tænastuna í Føroyum, viðurkenna tænastur hjá hvør øðrum, og kalla hesar tænasturnar heim og til einleika sum eina tænastu.

Vit bjóða tær til eitt spennandi og læruríkt vikuskifti við lovsangi, undirvísing og forbønartænastu, har vit geva rúm fyri, at Heilagi Andin talar og virkar frítt við sínum gávum. Á ráðstevnuni virkar eitt tænastutoymi, sum ávikavist fer at undirvísa og tæna profetiskt umframt at hava smærri verkstøð innan sína tænastu. Tú velur í tilmeldingini, á hvørjum verkstaði, tú ynskir at luttaka. Okkara vinir frá School of Revival í Týsklandi luttaka eisini við forbønartænastu og profetiskum básum.

Til ung 14-18 ár, fulltíðar lesandi og tey, sum standa í læru, hava vit ein serprís fyri einans 350 kr.

——
Praktisk kunning.
-Stað: Bygdarhúsið í Miðvági.
-Kostnaður: 500 kr, íroknað mat og drekka. 14-18 ár, lesandi ella í læru 350 kr
-Tilmelding á leinki: https://forms.gle/VL1FBy5VbmtbefUM7
-Tilmeldingarfreist: 10. november.
-Gisting: Vit vísa til nýumvælda Hotel Vágar sum júst nú bjóðar bíliga gisting (lágárstíð). Eisini eru hópin av gistingarmøguleikum á booking og Airbnb á oynni.
——
Skrá:
Fríggjadagur
15.00 Vælkomin og innskriving
16.00 Uppstartur, Vinjard Magnussen og Steinar Lofnes
18:00 Nátturði
19.30 Teologisk uppgerð, Ronald Gabrielsen.
21.00 Drekkamunnur og felagsskapur

Leygardagur
10.00 Týdningurin av viðurkenning og Hvussu viðurkennast tænastugávurnar? Fredrik Skoglund og Steinar Lofnes.
12:00 Steðgur og miðmáli
13:00 Vit fara Djúpari (verkstøð):
•Apostlatænastan: Steinar Lofnes og Dag Rane Skjellerup
•Hirðatænastan: Fredrik Skoglund og Niels Petur Fagrberg
•Profetatænastan: Per Ivar Winnæs
•Evangelisttænastan: Svein Nordvik
•Læraratænastan: Ronald Gabrielsen
14:30 Steðgur
15:00 Pallborð, einleiki millum tænastur
16:00 Steðgur, drekka og profetiskir básar
18:00 Døgurði
19:30 Vit geva rúm!
22:00 Drekkamunnur og felagsskapur

Sunnudagur:
11:00 Almenn gudstænasta við Niels Peturi Fagraberg og Fredrik Skoglund

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for GEV RÚM! ‘25 can be booked here.

Advertisement

Nearby Hotels

Bygdarhúsið í Miðvági, Kirkjavegur 3, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot
Ask AI if this event suits you

Host Details

Vegurin - Fríkirkjan í Vágum

Vegurin - Fríkirkjan í Vágum

Are you the host? Claim Event

Advertisement
GEV RÚM! ‘25, 14 November | Event in Tórshavn | AllEvents
GEV RÚM! ‘25
Fri, 14 Nov, 2025 at 03:00 pm