Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur, 4 October | Event in Tórshavn | AllEvents

Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur

Amnesty International Føroyar

Highlights

Sat, 04 Oct, 2025 at 02:00 pm

Tórsgøta

Advertisement

Date & Location

Sat, 04 Oct, 2025 at 02:00 pm (WEST)

Tórsgøta

Tórsgøta 7A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur
AMNESTY FØROYAR 60 ÁR - MANNARÆTTINDAFESTIVALUR

Í 1965 varð Amnesty International Føroyar stovnað, og hetta merkir, at Amnesty Føroyar í ár hevur 60 ár á baki. Tað fara vit at hátíðarhalda við einum mannarættindafestivali í Tórsgøtu 3.-4. oktobur. Øll eru hjartaliga vælkomin. Á skránni eru framløgur, bókaprát, sofaprát, filmssýning, verkstovur og eitt hátíðarhald.


👉 HÓSDAGUR, 2.10

📍Kl. 18 í Perluni, Amnesty Ung
VERKSTOVA TIL UNG: VISUELT SAMSKIFTI

Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um visuelt samskifti s.s. litir, skriftir, kompositión og forritið Canva. Mia Smith, grafiskur sniðgevi, hevur verkstovuna. Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum. Send ein t-post til b2xpbmUgfCBhbW5lc3R5ICEgZm8= fyri at tekna teg. Les meria her: https://www.facebook.com/events/1337330491425672


👉 FRÍGGJADAGUR, 3.10

📍Kl. 19 í Perluni, Amnesty Føroyar; FIMFF og Samhugi við Palestina
FILMSSÝNING: PUT YOUR SOUL ON YOUR HAND AND WALK

Í gott eitt ár hevði filmsleikstjórin Sepideh Farsi videoprát við palestinska fotojournalistin Fatmu Hassouna úr Gasa. Mongu erligu og persónligu samrøðurnar og upptøkurnar úr gerandislívinum í Gasa geva eitt rátt men menniskjaligt innlit í lívið undir fólkadrápinum. Serstaki og rørandi heimildarfilmurin lýsir gerandisdagin hjá Fatmu, sum er merktur av ótta, vanda og djúpari sorg – men eisini av dirvi og vón, sum hóast alt aldrin følnar.


👉LEYGARDAGUR, 4.10

📍Kl. 14 á Reinsarínum: Amnesty Føroyar
FRAMLØGA OG PRÁT: STØÐAN HJÁ SÁMUM - MANNARÆTTINDABROT OG VEÐURLAGSRÆTTVÍSI

Aili Keskitalo er sámi úr norður Norra. Í dag starvast hon hjá Amnesty Norra sum ráðgevi innan rættindi hjá upprunafólki og innan veðurlagsrættvísi, men hevur hon eisini verið sámiskur politikari og forseti í Sámatinginum í Norra. Vit eru so heppin, at Aili kemur til Føroya at gera okkum klókari um órættin, ið sámar søguliga hava verið fyri og um nøkur av teimum mannarættindabrotunum, sum sámar eru fyri í dag. Fyri at skilja hesi mannarættindabrot tekur Aili okkum eisini við inn í sámiska mentan og rættindi hjá upprunafólki.


📍Kl. 16 í Perluni, Amnesty Føroyar, Frítt Val og Kvinnufelagið
VERKSTOVA: ABORTRÆTTINDI

Vit felagsskapir bjóða til verkstovu nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg verður lagt fyri tingið aftur. Vit heita á øll, sum ynskja eina dagførda abortlóg og vilja vera við í stríðnum, um at koma á verkstovuna og saman við okkum felagsskapum leggja arbeiðið fyri framman til rættis. Kanska tit fyrr hava hugsað, at onkur ávísur vinkul hevur manglað í arbeiðinum, tit hava møguliga eitt hugskot til eitt átak ella kanska tit bara eru til dystin fús?


📍Kl. 16 á Reinsarínum, Amnesty Føroyar og Føroyar Lesa
BÓKAPRÁT: MANNARÆTTINDI Í DREYMSÓTT OG TORAN GONGUR

Rithøvundurin, Rakel Helmsdal, setur mannarættindi á breddan í tveimum av nýggjastu útgávum sínum. Í dystopisku skaldsøguni Dreymsótt eygleiða vit eitt eftirlitssamfelag, ið er merkt av forfylging, ótta og harðskapi. Við sínum sermerktu myndum setir høvundurin fokus á flóttafólk og kríggj í barnabókini Toran gongur. Í bókini hitta vit einstaklingar, sum hvør í sínum lagi kenna seg einsamøll og fremmand, hóast tey liva undir sama taki. Hvussu kunnu vit menniskju nærkast hvørjum øðrum tvørturum mál, átrúnað, sannføring og húðarlit? Hetta fara Rakel Helmsdal og Marna Jacobsen at umrøða. Les meira her: https://www.facebook.com/events/1678379936166287


📍kl. 18 á í Perluni, Reyði Krossur
ON THE MOVE: STORIES OF DISPLACEMENT

This interactive session examines the complex realities of forced migration. It highlights the human rights at stake and the resilience of those who are displaced, while creating space for dialogue, empathy, and reflection on displacement as both a global challenge and a local experience.


📍Kl. 19 á Reinsarínum, Amnesty Føroyar & LGBT+ Føroyar
SOFAPRÁT: LØGFRØÐILIGT KYNSSKIFTI

Í flestu londum fáa vit borgarar føðibræv, persónstal ella annað samleikaprógv, sum staðfestir okkara kyn. Ásetta kynið fylgir okkum alt lívið og hevur stóra ávirkan á, hvussu vit verða flokkaði, og hvussu umheimurin møtir okkum. Men júst henda ásetingin er til stóran ampa fyri tvørkynd, sum ikki kenna seg aftur í ásetta kyninum. Í samstarvi við LGBT+ Føroyar varpa vit ljós á júst hesi viðurskifti, og fara m.a. at hoyra frá tvørkyndum persóni og sálarfrøðingi um, tá ið kynssamleikin og ásetta kynið ikki samsvara, og hvørjar avleiðingar hetta kann hava við sær. Les meira her:
https://www.facebook.com/events/24627825200208156


📍Kl. 20 í Perluni, Amnesty Føroyar
HÁTÍÐARHALD: AMNESTY FØROYAR 60 ÁR

Vit enda mannarættindafestivalin við einum hátíðarhaldi og fagna okkara limum og at felagsskapurin hevur veirð virkin í Føroyum í 60 ár. Á skránni er:

- Kári Sverrisson og Jazzy Gold spæla nøkur løg
- Annika Sølvará, fyrrverandi forkvinna í Amnesty Føroyum, og Agnés Callamard, altjóða aðalskrivari í Amnesty International, halda røður
- Vavað framførur røðuna "Ein krígspolitikk verður friðarpoetikk" eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger
- Sigri Gaini og Jasmin Mote skipa orð um haturstala, niðrandi tala og samfelagsligar og persónligar avleiðingar

Elisa Vang leiðir okkum trygt og skemtiliga gjøgnum kvøldið. Aftána skránna diskar DJ Lisan Al-Gaib.

Les meira her: https://www.facebook.com/events/663075476386382


👉 TÝSDAGUR, 7.10 👈

📍Kl. 18 í Perluni, Amnesty Ung
VERKSTOVA: ARGUMENTATION

Á verkstovuni fært tú grundleggjandi vitan um argumentatión, hvussu tú kanst fáa tín boðskap greitt fram, hvussu tú kanst fanga áhoyran við retoriskum snildum, og styrkja tíni evni at kjakast virðilga - eisini við tey, tú ert ósamd/ur við. Bjarni Arge, miðlafrøðingur, hevur verkstovuna. Verkstovan er ókeypis og ætlað øllum ungum. Send ein t-post til b2xpbmUgfCBhbW5lc3R5ICEgZm8= fyri at tekna teg. Les meria her: https://www.facebook.com/events/837693808595155/


You may also like the following events from Amnesty International Føroyar:

Also check out other Contests in Tórshavn.

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

To stay informed about ticket information or to know if tickets are not required, click the 'Notify me' button below.

Advertisement

Nearby Hotels

Tórsgøta, Tórsgøta 7A, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Get updates and reminders

Host Details

Amnesty International Føroyar

Amnesty International Føroyar

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur, 4 October | Event in Tórshavn | AllEvents
Amnesty Føroyar 60 ár: mannarættindafestivalur
Sat, 04 Oct, 2025 at 02:00 pm