Tvørábáturin skipar fyri moskusoksagildi í Føroyahúsinum, leygarkvøldið 18. oktobur kl. 19:00.
Dyrnar lata upp kl. 18:00 og barrin er opin.
Sera spennandi og leskilig matskrá við trimum rættum:
- Rækjublandi
- Moskusoksasteik við eplum og brúnari sós, brúnkaðum eplum og salati.
- Kaffi, te og onkrum søtum omaná.
Kostnaður einans kr. 295,-
Limir rinda kr. 250,-
Avmarkað atgongd.
Við í kostnaðinum er ein durasnapsur ella ein øl/sodavatn/vatn.
Atgongumerkið fáa tit við dyrnar, og er tað samstundis ein lutaseðil við hópin av spennandi vinningum frá millum øðrum:
Atlantic Airways, Smyril Line og Icefood, fyri at nevna nakrar av vinningunum.
Vinaliga flyt gjaldið á mobilepay: 77087 og skriva tekstin: 18 okt.
Hevur tú ikki mobilepay, ber til at flyta peningin á konto í Danske Dank:
Reg.nr.: 1551 - Kontonr.: 16874892
Viðmerk: 18 okt. og navn títt.
Seinasta freist at boða frá luttøku er mánadagin, 13. oktobur.
Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit gleða okkum at síggja tykkum til eitt stak hugnaligt kvøld.
Tvørabáturin
You may also like the following events from Føroyahúsið: