

# Event Details

- **Event Name**: Várkonsertin 2026 í Varpinum
- **Event Start and End Date**: Sun, 15 Mar, 2026 at 04:00 pm – Sun, 15 Mar, 2026 at 06:00 pm
- **Event Description**: Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri

Eftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Sergej Rachmaninov og síðani verk eftir tónaskaldið Eli Tausen á Lava. 

	
Undanprát 
Stutt undanprát verður kl. 15.20.
Her fara dirigentur og tónaskald at tosa um verkini, ið verða framførd. Og hvør veit, kanska verður eisini onkur skemtisøga á skrá.

Eli Tausen á Lava er virkin sum tónaskald, klaverspælari og elektroniskur tónleikari. Við masterútbúgving í tónasmíði frá New York University hevur Eli seinastu árini samstarvað við BBC Scottish Symphony Orchestra, Helsingborgs Symfoniorkestur, The Rhythm Method, Aldubáruni og nú eisini Føroya Symfoniorkestri.

Orkesturverkið let me cry gjørdist eitt satt gjøgnumbrot fyri Eli. Verkið varð frumframført í 2024 á Nordic Music Days í Skotlandi. Hetta vakti stóran ans, og fleiri evropeisk orkestur hava síðani sett verkið á skrá.

Aksel Remmel er klaverleikari og hevur lokið masterútbúgving á Kongaliga Konservatoriinum í Keypmannahavn í 2025 hjá Jens Elvekjær, professara.
Aksel vann í 2021 tónleikakappingina Stella Polaris fyri ungar klassiskar tónleikarar, og
hann hevur áður framført saman við Føroya Symfoniorkestri.
Á várkonsertini spælir Aksel Remmel á fyrsta sinni eina heila klaverkonsert við symfoniorkestri.

Rachmaninov skrivaði klaverkonsert nr. 2 í árunum 1900 og 1901. Eftir eina katastrofala frumframførslu, har Rachmaninov sjálvur spældi klaver, gjørdist klaverkonsertin eftirfylgjandi eitt av mest spældu verkum hansara.

Tjajkovskij 4. symfoni
4. symfoni eftir Tjajkovskij varð skrivað millum 1877-1878. Verkið snýr seg um fatum, sum merkir lagna á latínskum, og tí eisini kent sum lagnusymfoniin.
Verkið varð skrivað, meðan Tjajkovski fór gjøgnum djúpa persónliga kreppu, sum hoyrist aftur í hugtunga og dramatiska tónleikinum.
Hóast symfoniin fyrst varð móttikin við blandaðum reaktiónum, so er verkið í dag mett at vera millum týdningarmiklastu verkum eftir tónaskaldið og verður framført kring allan heimin.

Catherine Larsen-Maguire
Catherine er fødd í Manchester og hevur seinastu 30 árini verið búsitandi í Berlin. Hon las tónleik á Cambridge University, í Hannover og á Karajan Akademinum í Berlin.

Eftir tíggju ár sum solofagottistur í Komische Oper Berlin tók Catherine í 2012 avgerð um at fara eftir dirigentdreyminum. Síðani hevur hon staðið á pallinum við framúr góðum orkestrum, eitt nú London Philharmonic, BBC National Orchestra of Wales, Berliner Radiosymfoniorkestri, Orchestre du Capitole de Toulouse og Hong Kong Sinfonietta.

Við brennandi áhuga fyri unga ættarliðnum av tónleikarum hevur hon undirvíst og stjórnað ungdómsorkestrum kring heimin og verið gestaprofessari á Universität der Künste í Berlin.

Føroya Symfoniorkestur hevur gjørt 4-ára samstarvsavtalu við Catherine.

Dirigentur: Catherine Larsen-Maguire (UK)
Solistur: Aksel Remmel (FO) 

Kostnaður: 365 kr., lesandi 250 kr.
- **Event URL**: https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/várkonsertin-2026-í-varpinum/200029679673400
- **Event Categories**: music, entertainment
- **Interested Audience**: 
  - total_interested_count: 85

## Ticket Details

- **Ticket URL**: https://varpid.fo/tiltak/varkonsertin-hja-foroya-symfoniorkestri/?utm_source=AllEvents.in&utm_medium=event-discovery-platform&utm_campaign=t%C3%B3rshavn-events

## Event venue details

- **city**: Tórshavn
- **state**: FO
- **country**: Faroe Islands
- **location**: Mentanarhúsið Varpið
- **lat**: 62.22569
- **long**: -6.58452
- **full address**: Mentanarhúsið Varpið, Klaksvíksvegur 2, FO-700 Klaksvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

## Event Organizer details

- **affiliate_id**: 2
- **organizer**: Føroya Symfoniorkestur (https://allevents.in/org/føroya-symfoniorkestur/20109011)

## Event gallery

- **Alt text**: banner
  - **Image URL**: https://cdn-az.allevents.in/events3/banners/9fb8595f4dc4cd5e2e8ed435a23a82e2a68b34d00c0291cf6d86949bb520179e-rimg-w1200-h800-dc040303-gmir?v=1773431483
- **Alt text**: thumbnail
  - **Image URL**: https://cdn-az.allevents.in/events3/banners/5c5eaa65bdeeea99727bda4229a5a4cbad9e5699d12de85bd45945b8e05e164d-rimg-w300-h300-dc040303-gmir?v=1773431484

## FAQs

- **Q**: When is the event happening?
  - **A:** Sun, 15 Mar, 2026 at 04:00 pm
- **Q**: Where is the event happening?
  - **A:** Mentanarhúsið Varpið, Klaksvíksvegur 2, FO-700 Klaksvík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
- **Q**: Who is organizing the event?
  - **A:** Føroya Symfoniorkestur
- **Q**: What type of event is this?
  - **A:** music, entertainment
- **Q**: Where can I find ticket details about Várkonsertin 2026 í Varpinum ?
  - **A:** You can find ticket details about this event on AllEvents.

## Structured Data (JSON-LD)

```json
[
    {
        "@context": "https://schema.org",
        "@type": "MusicEvent",
        "name": "Várkonsertin 2026 í Varpinum",
        "image": "https://cdn-az.allevents.in/events3/banners/9fb8595f4dc4cd5e2e8ed435a23a82e2a68b34d00c0291cf6d86949bb520179e-rimg-w1200-h800-dc040303-gmir?v=1773431483",
        "startDate": "2026-03-15",
        "endDate": "2026-03-15",
        "url": "https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/várkonsertin-2026-í-varpinum/200029679673400",
        "location": {
            "@type": "Place",
            "name": "Mentanarhúsið Varpið",
            "address": {
                "@type": "PostalAddress",
                "streetAddress": "Klaksvíksvegur 2, FO-700 Klaksvík, Føroyar",
                "addressLocality": "Tórshavn",
                "addressRegion": "FO",
                "addressCountry": "FO"
            },
            "geo": {
                "@type": "GeoCoordinates",
                "latitude": "62.22569",
                "longitude": "-6.58452"
            }
        },
        "eventAttendanceMode": "https://schema.org/OfflineEventAttendanceMode",
        "description": "Føroyskur solistur og komponistur á várkonsertini hjá Føroya Symfoniorkestri\n\nEftir eina nýggjárskonsert, ið var á tremur við føroyskum solistum, heldur symfoniorkestrið fram við at samstarva við føroyskar solistar. Á várkonsertini spælir klaverúrmælingurin Aksel Remmel klaverkonsert nr. 2 eftir Ser",
        "organizer": [
            {
                "@type": "Organization",
                "name": "Froya Symfoniorkestur",
                "url": "https://allevents.in/org/føroya-symfoniorkestur/20109011"
            }
        ]
    }
]
```