Upphav, 7 May | Event in Tórshavn | AllEvents

Upphav

Listastovan

Highlights

Thu, 07 May • 08:00 PM

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands

Advertisement

Date & Location

Thu, 07 May • 08:00 PM (WEST)

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur

Gummaldagøta 2, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Upphav
TVAZZ og Leikhús SKIFT framføra leikin

UPPHAV

Einrøðuleikurin UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hest 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr Hesti gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini.

“Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. …

Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend…”

Brot úr Hest søgu eftir Jóan Chr. Poulsen (1947)


UPPHAV er um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins væl og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiði. Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag uttan hvørki almenna ella privata sociala trygging.

Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard

Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Visuelt design: Silje Grimstad

Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Leikhús Skift



Brot úr viðmælum:

"Upphav er besti leikur eg havi sæð, at lýsa hetta fyribrigdi, hvussu kvinnur síggja seg sjálvar og saman skapa egnar søgur, ið greitt koma út um senukantin. Takk fyri innbjóðingina, Gunnvá og Marita." Birgir Kruse, Birkblog 05.10.2025

"Tí er Upphav eitt tiltrongt listaverk, sum heilt vist eigur at verða sýnt kring Føroyar eins og fyriskipararnir hava í hyggju." Kinna Poulsen, Listaportal 05.10.2025

"Fyri eina tjóð, ið hevur livað av og við havinum í so nógv ár, er hetta kollektiva sorgarsøgan, ið vit hava brúk fyri. Takk fyri tit 4 megnarkvinnur, ið hava skapt hana." Niels Uni Dam, Facebook 05.10.2025

“Teksten er skarpt og smukt skrevet, med fine, ofte humoristiske historieske glimt…Jeg elske at dette værk er skabt af kvinder, skrevet, instrueret, spillet, formgivet og lydligt af kvinder, som en klar og kærlig hyldest til de stærke kvinder, der blev tilbage og holdt familier of fællesskaber i live. “ Den anden anmelder, Instagram 6.10.2025

Leikurin er stuðlaður av Mentamálaráðnum, Atlantic Airways/Listaflog, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum, Mest Runavík, Bygma Balslev.

https://tvazz.fo

Framsýningin er partur av Undurfagra Mai í Vága kommunu


You may also like the following events from Listastovan:

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

Tickets for Upphav can be booked here.

Advertisement

Nearby Hotels

Gummaldagøta 2, 370 Miðvágur, Faroe Islands, Gummaldagøta 2, FO-370 Miðvágur, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands
Reserve your spot

Host Details

Listastovan

Listastovan

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Upphav, 7 May | Event in Tórshavn | AllEvents
Upphav
Thu, 07 May • 08:00 PM