Femifagnaður: Ein sorgarleikur úr einum rættarhøli
(English below)
Í sambandi við Femifagnaðarvikuna fer Det Ferösche Compagnie á leikferð kring landið við nógv rósta leikinum Prima Facie. Og á altjóða kvinnurættindadegnum sleppa áskoðarar at uppliva leikin í Norðurlandahúsinum. Eftir leikin verður bjóðað til eitt prát.
Í leikinum fylgja vit sakføraranum Tessu Ensler, sum hevur bart seg upp á ovastu rók sum ein sera dugnaligur ákæri. Hon kennir lógarspælið og vinnur næstan hvørt mál. Tessa dugir at navigera í eini verð, har tempoið er høgt, nógv er upp á spæl og bara tey dugnaligastu yvirliva. Men tá hon sjálv er fyri eini ógvusligari hending og situr hinumegin borðið, merkir hon á egnum kroppi, hvussu rættarskipanin ikki tænir øllum líka. Leikurin viðger evni sum neyðtøku, samtykki, próvbyrðu og setir spurnartekin við, um okkara rættarskipan verjir øll líka. Umframt at geva áskoðarunum eina sterka listaliga uppliving, vónar leikbólkurin at birta upp undir samtalu og umhugsan um okkara felags ábyrgd av hesum.
Prima Facie er skrivaður av avstralsku Suzie Miller. Leikurin er ein sterkur sorgarleikur úr einum rættarhøli og er spældur á leikhúsum kring knøttin, har hann hevur vunnið hópin av virðislønum, m.a. fyri besta handrit.
Aldursbólkur úr 14 ár.
Á pallinum eru: Kristina Sørensen Ougaard, Dánjal á Neystabø og Anny Leo Thorsen
Leikstjórn: Matthew Richardson
Tónasmiður: Dánjal á Neystabø
Pallmynd og búnar: Sámal Blak
Týðing: Beinir Bergsson
Atgongumerki: kr. 295
Mál: Føroyskt
👉 www.nlh.fo/?event=12056/prima-facie
EN 👇
Prima Facie
International Women’s Day: Acclaimed legal drama
Prepare yourself for a powerful and intimate theatre experience about power, consent, and justice.
At the centre stands lawyer Tessa Ensler: sharp-minded, uncompromising, and the country’s most skilled prosecutor. She wins almost every case – until she herself becomes the victim of a violent incident and is forced to confront how the legal system does not protect everyone equally. Prima Facie raises the difficult, necessary questions: Who is believed? Who carries the burden of proof? And can the system hold space for the nuances of real human experiences?
Det Ferösche Compagnie presents the performance on International Women’s Day at the Nordic House.
After the show, we invite the audience to a conversation – a safe space for reflection and questions in the wake of a powerful artistic experience.
Prima Facie is written by the Australian playwright Suzie Miller and has been performed on stages across the world, receiving numerous awards, including for Best Script.
Recommended age: from 14 years.
On stage: Kristina Sørensen Ougaard, Dánjal á Neystabø and Anny Leo Thorsen
Director: Matthew Richardson
Composer: Dánjal á Neystabø
Set and costume design: Sámal Blak
Translation: Beinir Bergsson
Tickets: kr. 295
Language: Faroese
👉 www.nlh.fo/en?event=12056/prima-facie
You may also like the following events from Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands:
- This Tuesday, 24th February, 07:00 pm, Nem við meg, nem ikki við meg (DK) in Tórshavn
- This Saturday, 28th February, 07:00 pm, Geytin 2026 in Tórshavn
- This April, 24th April, 08:00 pm, Hella Joof: Eydna (DK) in Tórshavn
Also check out other
Arts events in Tórshavn,
Theatre events in Tórshavn,
Performances in Tórshavn.