

# Event Details

- **Event Name**: Lær at seta prís á teg og tín tónleik
- **Event Start and End Date**: Wed, 23 Sep, 2026 at 05:00 pm (+01:00)
- **Event Description**: Hvat kostar ein konsert við tær?

Tað ljóðar sum ein einfaldur spurningur. Men hjá nógvum tónleikarum er hetta ein tann truplasti spurningunum at svara.

Skalt tú siga 3.000 kr.? 8.000 kr.? 15.000 kr.? Og hvat byggir tú prísin á?

Á verkstovuni læra vit teg at seta ein realistiskan og professionellan prís á teg og tín tónleik.

Vit hava fingið Eirik Søreide, ein av teimum mest royndu innan økið í Noregi, at geva tær ítøkilig amboð, sum tú kanst brúka næstu ferð, tú skalt samráðast um eina konsert.

Eirik er stjóri og eigari av Polar Artist AS, eitt av fremstu bookingfeløgunum í Noregi. Hann stovnaði felagið í 2006, og hevur við tíðini fingið ein týðandi leiklut á norðurlendska konsertmarknaðinum.

Sum bookingagentur umboðar hann millum annað Highasakite, Espen Lind, Pom Poko, Sløtface og Team Me. Við øðrum orðum: Hann veit, hvat tónleikur kostar, hvussu tú finnur fram til ein prís og hvussu tú samráðist um prís.

Vit fara millum annað at arbeiða við:

• Hvønn prís kanst tú taka fyri eina konsert?
• Hvat kann hava ávirkan á prísin?
• Hvat við festivalum, tiltøkum og konsertum uttanlands
• Hvat um tú ert support hjá einum øðrum bólki?
• Hvussu við vælgerandi endamálum?
• Hvussu roknar tú manning, útgerð, ferðing, mat og aðrar útreiðslur inn í prísin?
• Hvussu samráðist tú, uttan at selja teg sjálvan ov bíliga?
• Hvussu brúkar tú málið og retorikk, tá tú skalt samráðast um prís?
• Hvat er best: Føst samsýning, at spæla upp á hurðina ella at býta inntøkurnar við fyriskiparan?

Hetta verður ikki bara ein fyrilestur, har tú situr og lurtar. Tú fært eisini praktiskar uppgávur og sleppur at royna teg í veruligum støðum, so tú fert heim við amboðum, sum tú kanst brúka beinanvegin.

Melda teg til verkstovuna við at senda ein meyl til torsgota@torshavn.fo, har tú boðar frá, at tú vilt luttaka.

Tiltakið er fyriskipað av Tórsgøtu og FMX.
- **Event URL**: https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/lær-at-seta-prís-á-teg-og-tín-tónleik/200030671300116
- **Event Categories**: Concerts, Art
- **Interested Audience**: 
  - total_interested_count: 0

## Ticket Details


## Event venue details

- **city**: Tórshavn
- **state**: FO
- **country**: Faroe Islands
- **location**: Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands
- **lat**: 62.00996
- **long**: -6.77355
- **full address**: Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Tórsgøta 3, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

## Event gallery

- **Alt text**: Lær at seta prís á teg og tín tónleik
  - **Image URL**: https://cdn-az.allevents.in/events4/banners/adc2a66d72706b6b2172879aef26e6f689d893b80dd5888f9065c1b2ca29ab17-rimg-w1200-h675-dc988868-gmir?v=1788803056

## FAQs

- **Q**: When and where is Lær at seta pris a teg og tin tonleik being held?
  - **A:** Lær at seta pris a teg og tin tonleik takes place on Wed, 23 Sep, 2026 at 05:00 pm to Wed, 23 Sep, 2026 at 05:00 pm at Torsgøta 3, 100 Torshavn, Faroe Islands, Torsgøta 3, FO-100 Torshavn, Føroyar, Torshavn, Faroe Islands.
- **Q**: Who is organizing Lær at seta pris a teg og tin tonleik?
  - **A:** Lær at seta pris a teg og tin tonleik is organized by Torsgøta.
- **Q**: Who is this event for? Is it right for me?
  - **A:** Lær at seta pris a teg og tin tonleik is ideal for music lovers, fans of all genres, and anyone who wants to celebrate the power of music - from intimate gigs and live sessions to festivals and cultural performances. Whether you're a first-time attendee or a longtime enthusiast in Torshavn, this event is thoughtfully curated to deliver a standout experience worth every moment. If Lær at seta pris a teg og tin tonleik sounds like your kind of event, don't wait - spots fill up fast.

## Structured Data (JSON-LD)

```json
[
    {
        "@context": "https://schema.org",
        "@type": "MusicEvent",
        "name": "Lær at seta prís á teg og tín tónleik",
        "image": "https://cdn-az.allevents.in/events4/banners/adc2a66d72706b6b2172879aef26e6f689d893b80dd5888f9065c1b2ca29ab17-rimg-w1200-h675-dc988868-gmir?v=1788803056",
        "startDate": "2026-09-23T17:00:00+01:00",
        "url": "https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/lær-at-seta-prís-á-teg-og-tín-tónleik/200030671300116",
        "eventStatus": "https://schema.org/EventScheduled",
        "location": {
            "@type": "Place",
            "name": "Tórsgøta 3, 100 Tórshavn, Faroe Islands",
            "address": {
                "@type": "PostalAddress",
                "streetAddress": "Torsgøta 3, FO-100 Torshavn, Føroyar",
                "addressLocality": "Tórshavn",
                "addressRegion": "FO",
                "addressCountry": "FO"
            },
            "geo": {
                "@type": "GeoCoordinates",
                "latitude": "62.00996",
                "longitude": "-6.77355"
            }
        },
        "eventAttendanceMode": "https://schema.org/OfflineEventAttendanceMode",
        "description": "Hvat kostar ein konsert við tær?\n\nTað ljóðar sum ein einfaldur spurningur. Men hjá nógvum tónleikarum er hetta ein tann truplasti spurningunum at svara.\n\nSkalt tú siga 3.000 kr.? 8.000 kr.? 15.000 kr.? Og hvat byggir tú prísin á?\n\nÁ verkstovuni læra vit teg at seta ein realistiskan og professionella",
        "organizer": [
            {
                "@type": "Organization",
                "name": "Trsgta",
                "url": "https://allevents.in/org/tórsgøta/10008021",
                "description": "Reinsaríið og Perlan eru mentanarhús í miðbýnum, og eru bygningar, sum Tórshavnar kommuna eigur og rekur. "
            }
        ]
    }
]
```