

# Event Details

- **Event Name**: Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum
- **Event Start and End Date**: Sat, 21 Feb, 2026 at 04:00 pm
- **Event Description**: RÚMDARDAGAR: Fyrilestur við Una Árting
(English below)

Uni Árting arbeiðir dagliga á Jarðfeingi, men er eisini partur av marstoyminum hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA, og rúmdargranskingareindini CNESSS á Oslo Universitet. Her arbeiðir hann við at greina dátur frá fleiri av tólunum hjá Perseverance rovarinum, sum í nærum 5 ár hevur koyrt á Mars. Eitt av endamálunum við hesari kanningarferðini er at finna tekin uppá lív á reyðu gongustjørnuni. Annað endamál er at læra so nógv sum møguligt um jarðfrøðina har, og fyrireika møguligar missiónir við menniskjum til Mars.

RIMFAX er eitt av tólunum á Perseverance rovarinum, og er tann fyrsti georadarin ið er lendur á Mars. Hetta tolið sendur radarabylgjur niður í undirgrundina á Mars, og sendur síðani dátur aftur til jørðina sum kunna brúkast at siga frá um jarðfrøðina í undirgrundini á gongustjørnuni. Hetta tólið er ment og bygt á Oslo Universitet í samstarv eitt stórt toymi av altjóða granskarum. Tað eru dátur frá hesum tólinum sum Uni Árting greinar í samstarvi við vísindatoymið hjá NASA.

Í fyrilestrinum verður greitt frá um sjálva kanningarferðina á Mars, hví man valdi at lenda í sokallaða Jezero Crater, hvussu jarðfrøðin er háttað, og hvussu arbeiðið við at kanna jarðfrøðina í Føroyum kann brúkast á Mars. Eisini síggja vit nøkur av mest spennandi úrslitunum frá arbeiðinum á Mars.

Uni Árting og Jens L. Thomsen samstarva um eina spennandi verkætlan, har tilfar frá Perseverence verður viðgjørt listaliga. Úrslitið er eitt ljóðverk, har radiogram og upptøkur frá einum degi á Mars verða tvinnað saman til eina heilt serliga ljóðuppliving, ið tú eisini kanst uppliva í Skálanum til RÚMDARDAGAR. 

Fyrilesturin er partur av RÚMDARDAGAR, eini røð av tiltøkum, har Norðurlandahúsið yvir eitt vikuskifti varpar ljós á alheimin.


Atgongumerki: kr. 55
? www.nlh.fo/?event=12081/jardfroediligt-kanningararbeidi-a-mars-og-foeroyum


EN ?
Geological Research on Mars and the Faroe Islands

DAYS IN SPACE: Lecture by Uni Árting

Uni Árting works at Jarðfeingi and is also part of NASA’s Mars team and the CNESSS research group at the University of Oslo. He analyzes data from instruments on the Perseverance rover, which has explored Mars for almost five years. The mission aims to search for signs of past life and to understand the planet’s geology in preparation for future human missions.

One of the key instruments, RIMFAX—the first ground‑penetrating radar on Mars—provides subsurface data that Uni analyzes together with NASA’s science team.

In his talk, he presents the Mars mission, the choice of the Jezero Crater landing site, what the geology reveals, how geological work in the Faroe Islands relates to Mars, and some of the most exciting scientific results from the mission.

Tickets: kr. 55
Language: Faroese
? www.nlh.fo/en?event=12081/jardfroediligt-kanningararbeidi-a-mars-og-foeroyum
- **Event URL**: https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/jarðfrøðiligt-kanningararbeiði-á-mars-og-føroyum/200029706947118
- **Interested Audience**: 
  - total_interested_count: 0

## Ticket Details


## Event venue details

- **city**: Tórshavn
- **state**: FO
- **country**: Faroe Islands
- **location**: Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands
- **lat**: 62.0216
- **long**: -6.78309
- **full address**: Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

## Event gallery

- **Alt text**: Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum
  - **Image URL**: https://cdn-az.allevents.in/events4/banners/f1d16d9f71d340270f0c8114b0886bbeab41c495682e667e58d61a26e0f6f7f3-rimg-w1200-h900-dcd8eef0-gmir?v=1771674377

## FAQs

- **Q**: When and where is Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum being held?
  - **A:** Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum takes place on Sat, 21 Feb, 2026 at 04:00 pm to Sat, 21 Feb, 2026 at 04:00 pm at Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands, Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands.
- **Q**: Who is organizing Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum?
  - **A:** Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum is organized by Norðurlandahúsið í Føroyum - The Nordic House in The Faroe Islands.

## Structured Data (JSON-LD)

```json
[
    {
        "@context": "https://schema.org",
        "@type": "Event",
        "name": "Jarðfrøðiligt kanningararbeiði á Mars og Føroyum",
        "image": "https://cdn-az.allevents.in/events4/banners/f1d16d9f71d340270f0c8114b0886bbeab41c495682e667e58d61a26e0f6f7f3-rimg-w1200-h900-dcd8eef0-gmir?v=1771674377",
        "startDate": "2026-02-21",
        "url": "https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/jarðfrøðiligt-kanningararbeiði-á-mars-og-føroyum/200029706947118",
        "location": {
            "@type": "Place",
            "name": "Norðari Ringvegur, 100 Tórshavn, Faroe Islands",
            "address": {
                "@type": "PostalAddress",
                "streetAddress": "Norðari Ringvegur 13, FO-100 Tórshavn, Føroyar",
                "addressLocality": "Tórshavn",
                "addressRegion": "FO",
                "addressCountry": "FO"
            },
            "geo": {
                "@type": "GeoCoordinates",
                "latitude": "62.0216",
                "longitude": "-6.78309"
            }
        },
        "eventAttendanceMode": "https://schema.org/OfflineEventAttendanceMode",
        "description": "RÚMDARDAGAR: Fyrilestur við Una Árting\n(English below)\n\nUni Árting arbeiðir dagliga á Jarðfeingi, men er eisini partur av marstoyminum hjá amerikanska rúmdarstovninum NASA, og rúmdargranskingareindini CNESSS á Oslo Universitet. Her arbeiðir hann við at greina dátur frá fleiri av tólunum hjá Persever",
        "organizer": [
            {
                "@type": "Organization",
                "name": "Norurlandahsi  Froyum - The Nordic House in The Faroe Islands",
                "url": "https://allevents.in/org/norðurlandahúsið-í-føroyum-the-nordic-house-in-the-faroe-islands/20469389"
            }
        ]
    }
]
```