

# Event Details

- **Event Name**: Eitt kvøld við Isabellu Rossillini
- **Event Start and End Date**: Wed, 03 Jun, 2026 at 08:00 pm – Wed, 03 Jun, 2026 at 11:00 pm (+01:00)
- **Event Description**: Eitt kvøld við Isabellu Rossillini í Løkshøll mikukvøldið 3. juni 

Isabella Rossellini er helst best kend sum modell og sjónleikari. Tíðarleysi vakurleikin gjørdi hana til andlitið hjá Lancôme øll 80ini, og hóast hon við aldrinum hevur verið minni at sæð sum modell, so er hon framvegis umbiðin, og 71 ára gomul var hon í 2023 millum elstu persónar, sum hava verið forsíðumyndin á Vogue. Sum sjónleikari er hon best kend fyri leiklutirnar í filmunum Blue Velvet, Death Becomes Her, Fearless og Conclave. Fyri síðstnevnda varð hon tilnevnd ein Oscar, Critics’ Choice, BAFTA, Golden Globe v.fl. sum 'Best Actress in a supporting role'.

Isabella er tó annað og meira enn glamour og reyður leypari. Hon hevur stóran alsk til náttúruna og djórini, serliga seyðin. Hon er knæbóndi á The MamaFarm, ið er ein lítil garður og gistingarhús á Long Island, sum hon rekur saman við dóttrini. Tær eru forsprákarar fyri vistfrøði og burðardygd og hava serligan áhuga í at varðveita fjølbroytni í seyðasløgum.

Hetta kvøldið fer Isabella at tosa um sína yrkisleið, um foreldrini, Ingrid Bergman og Roberto Rossellini, og um samstarvið við stór talentir sum David Lynch og Richard Avedon. Isabella hevur eina masterútbúgving í Ethology (djóraatferðarfrøði). Hon er serliga hugtikin av seyði, og júst føroyski seyðurin og ullin hava knýtt Isabellu til Føroya. Seyðurin og atferðarfrøðin verða eisini partur av framløguni og prátinum við Isabellu.

Tiltakið er býtt í tvey. Fyrri partur er framløgan hjá Isabellu Rossellini. Eftir steðgin sessast Heiðrikur á Heygum og Sissal Kristiansen á pallin saman við Isabellu. Tey práta við hana um films- og modellkarrieruna, og hvussu hon ikki ræðist at brúka sína rødd og orku at kempa fyri tí, sum hon heldur hevur týdning, og soleiðis gera mun í samfelagnum. Síðst, men ikki minst, fara vit at tosa um tilknýtið til Føroya, um The MamaFarm, og stóra áhugan fyri djórum  – serliga heritage seyði og ull.

Vit bjóða te/kaffi og okkurt søtt í pausuni.

Tiltakið byrjar kl 20.00 og varir áleið tveir tímar.

GG. Prát og framløga verður á enskum.

Fyriskipari: The Wool Islands
- **Event URL**: https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/eitt-kvøld-við-isabellu-rossillini/200029950743959
- **Event Categories**: business, art, theatre, entertainment
- **Interested Audience**: 
  - total_interested_count: 60

## Ticket Details


## Event venue details

- **city**: Tórshavn
- **state**: FO
- **country**: Faroe Islands
- **location**: Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands
- **lat**: 62.10818
- **long**: -6.71886
- **full address**: Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands

## Event gallery

- **Alt text**: Eitt kvøld við Isabellu Rossillini
  - **Image URL**: https://cdn-az.allevents.in/events2/banners/3dfe6cb8483e6f0245867b31ea6e052f95b0e5c1342b5a9c973c6bd2c5b166a7-rimg-w1200-h675-dc273035-gmir?v=1776315298

## FAQs

- **Q**: When and where is Eitt kvøld við Isabellu Rossillini being held?
  - **A:** Eitt kvøld við Isabellu Rossillini takes place on Wed, 03 Jun, 2026 at 08:00 pm to Wed, 03 Jun, 2026 at 11:00 pm at Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands, Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar, Tórshavn, Faroe Islands.
- **Q**: Who is organizing Eitt kvøld við Isabellu Rossillini?
  - **A:** Eitt kvøld við Isabellu Rossillini is organized by Løkshøll.
- **Q**: Who is this event for? Is it right for me?
  - **A:** Eitt kvøld við Isabellu Rossillini is ideal for professionals, entrepreneurs, startup founders, and networking enthusiasts eager to grow their connections. Whether you're a first-time attendee or a longtime enthusiast in Tórshavn, this event is thoughtfully curated to deliver a standout experience worth every moment. With 60+ people already showing interest, this is clearly an event worth adding to your calendar - don't miss out.

## Structured Data (JSON-LD)

```json
[
    {
        "@context": "https://schema.org",
        "@type": "Event",
        "name": "Eitt kvøld við Isabellu Rossillini",
        "image": "https://cdn-az.allevents.in/events2/banners/3dfe6cb8483e6f0245867b31ea6e052f95b0e5c1342b5a9c973c6bd2c5b166a7-rimg-w1200-h675-dc273035-gmir?v=1776315298",
        "startDate": "2026-06-03T20:00:00+01:00",
        "endDate": "2026-06-03T23:00:00+01:00",
        "url": "https://allevents.in/t%C3%B3rshavn/eitt-kvøld-við-isabellu-rossillini/200029950743959",
        "eventStatus": "https://schema.org/EventScheduled",
        "location": {
            "@type": "Place",
            "name": "Løksvegur 1, 620 Runavík, Faroe Islands",
            "address": {
                "@type": "PostalAddress",
                "streetAddress": "Lómsvegur 1, FO-620 Runavík, Føroyar",
                "addressLocality": "Tórshavn",
                "addressRegion": "FO",
                "addressCountry": "FO"
            },
            "geo": {
                "@type": "GeoCoordinates",
                "latitude": "62.10818",
                "longitude": "-6.71886"
            }
        },
        "eventAttendanceMode": "https://schema.org/OfflineEventAttendanceMode",
        "description": "Eitt kvøld við Isabellu Rossillini í Løkshøll mikukvøldið 3. juni \n\nIsabella Rossellini er helst best kend sum modell og sjónleikari. Tíðarleysi vakurleikin gjørdi hana til andlitið hjá Lancôme øll 80ini, og hóast hon við aldrinum hevur verið minni at sæð sum modell, so er hon framvegis umbiðin, og",
        "organizer": [
            {
                "@type": "Organization",
                "name": "Lkshll",
                "url": "https://allevents.in/org/løkshøll/19093876"
            }
        ]
    }
]
```