Event

Inga L. Simonsen · Konsert í Sirkus við bólki

Advertisement

'Samfelagsrevsandi sangir, sungnir í moll', er Inga Laksáfoss Simonsen í einum setningi.

Inga er tónleikari, yrkjari og DJ, og ley 2. august hevur hon sína fyrstu, sjálvstøðugu konsert. Sjálv syngur hon og spælir gittara, og við sær í Sirkus hevur hon Emmu Sannino á trummur og Svenning Olaf Lindenskov á bass.

Tónleikurin er inspireraður av 70ara folk. Ein samanrenning av folk, bossa nova, blues, country-blues og rokki, har gittarin er í fokus. Inga setir í tekstum sínum spurningar við samfelag og sinn, og løgini varpa ljós á viðurskiftir, sum eingin kann skáka sær undan.

Kostnaður er 50kr við dyrnar.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.



Advertisement
Share with someone you care for!

Best of Tórshavn Events in Your Inbox