Event

Kærlighedens gerninger (Jesper Rønde Danmark 2025 124 min)

Advertisement

Hanna, sum býr í einum átrúnaðarligum New Age felagsskapi á jytsku vesturstrondini, ynskir fremst av øllum at fáa eitt barn. Men varda tilveran í felagsskapinum verður vend á høvdið, tá yngri beiggin, Jakob, púra óvæntað kemur á vitjan og burturtrongd minni úr barnaárunum koma upp at blása. Fer beiggin at forða fyri dreyminum hjá Honnu, at gerast mamma? Og kunnu limirnir í felagsskapinum liva upp til egnar ásetingar og trúgv, tá tey fáa spurningin: Hvør ræður yvir kærleikanum? Undir heitinum ”Acts of Love” varð filmurin hjá danska Jesper Rønde (f.1973) frumsýndur í Rotterdam. Leikstjórin, sum fyrr hevur gjørt heimildarfilmar sum ”Jerusalem, min elskede” (2003), um at missa trúnna í einum býi við trimum átrúnaðum, og “The Swenkas” (2004), um menn í Johannesburg í Suðurafrika. Fyrsta spælifilmin, “Bridgend” (2015), gjørdi Rønde í Wales, har 79 fólk, í flestu førum tannáringar, tóku seg av døgum í tíðarskeiðnum 2007 til 2012. Nýggi filmurin, “Kærlighedens gerninger”, byggir á upplivingar hjá systrini.



Advertisement
Share with someone you care for!

Best of Tórshavn Events in Your Inbox