Summarbókin (The Summerbook Charlie McDowell USA, Finnland, Bretland 2024 95 min)
Advertisement
Filmurin ”Summarbókin” byggir á mest lisnu søguna, ætlað vaksnum, ið finska Tove Jansson (1914-2001) skrivaði í 1972. Ein gandakend og tó verulig søga, sum ikki er um Mumitrøll, men um gentuna Sophiu og ommuna, her leikt av Glenn Close, eitt summar á eini lítlari óbygdari í oyggj í finska skergarðinum.
”Summarbókin” er eitt kamarspæl, sum í skugganum av at mamman nýliga er deyð, lýsir trý ættarlið: barnið Sophia (Emily Matthews), pápan (Anders Danielsen Lie) og ommuna (Glenn Close). Millum barnið og ommuna tekur eitt sjáldsamt og inniligt vinalag seg upp. Samstundis verður lívið og gerandisdagurin á oynni stýrt av skiftandi veðrinum.
Íslendski Ingvar Sigurdsson er eisini við í enskt mælta filminum.
Ein svenskur ummælari sigur, at "Sommarboken" är en stillsam och havsdoftande filmatisering av Tove Janssons älskade roman.
Filmsfelagið hevur fyrr víst væleydnaða biografiska spælifilmin ”Tove” hjá finsku Zaida Bergroth.