Sølutorg á kaiøkinum í Leirvík
Advertisement
Kom og ver við sunnudagin 29. juni frá klokkan 13:00 til 18:00, til eitt hugnaligt og bygdasligt sølutorg á kaiøkinum í Leirvík.
Her ber til at selja, fisk, handarbeiði, rabarbur, klæðir, heimagjørt, bundnar troyggjur, ting og alt møguligt annað.
Á skránni verður søla, matur, tónleikur og undirhald!
Um tú ynskir at vera við at selja, bílegg borð við at skriva til cnV0aGEgfCBleXN0dXIgISBmbw== – tað er ókeypis.
Vit gleða okkum at síggja tykkum tann 29. juni í Leirvík😊
Advertisement