Event

Døgg Nógsgjógv - útgávukonsert á Reinsarínum

Advertisement

Livandi kærleiki á Reinsarínum

Tann vaksni kærleikin fær lív og ljóð, tá Døgg Nónsgjógv gevur út heildarútgávuna Livandi tann 27. august. Tveir dagar seinni, 29. august kl. 21, bjóðar hon til útgávukonsert í Reinsarínum.

EIN RØDD, SUM FER BEINT Í HJARTAÐ
Vit kenna Døgg frá "Tú tók mína hond", frá vøkru duettini í Aldingarðinum hjá Marius Ziska, og fleiri løgum, ið hava fest seg í hjørtuni hjá lurtarunum. Hennara rødd er ofta samanborin við Lisu Ekdahl – mjúk, innilig og við djúpd – men Døgg er heilt sín egna. Og tað er tí, at vit elska hana.

NÝGGJA ÚTGÁVAN: LIVANDI
Útgávan fevnir um 11 nýggj løg, sum lýsa kærleikan, tá hann er vaksin og veruligur. Løgini siga frá styrki og veikleikum, sárum og vón – alt tað, sum ger kærleikan menniskjaligan.

HVAT FÆRT TÚ Á KONSERTINI?
- Tónleik, sum snýr seg um veruligar kenslur og lívið sjálvt

- Eina framførslu saman við Høgni Lisberg, Jan Rúni Poulsen, Jens L. Thomsen, Johan Hentze og Vinjar Egilsnes Petersen

- Eina konsert har tónleikurin bæði hoyrist og merkist

LP-útgávan verður til keyps á staðnum.

Livandi er ikki bara ein pláta. Tað er eitt kvøld, tú kemur at minnast.

Kom framvið og ríka tær lívið.

Atgongumerki fæst á www.torsgota.fo
Get Tickets

Advertisement
Share with someone you care for!

Best of Tórshavn Events in Your Inbox