Event

Open Mic / Open Stage við KÁES

Advertisement

So er aftur tíð til eitt av mest hjartaligu og kreativu tiltøkunum í býnum – Open Stage/Open Mic á Reinsarínum, har tín innari artistur sleppur at royna seg.

Vertirnir Anna og Arnold bjóða aftur vælkomin við sínum vanliga lívsmóti og opnu ørmum. Tey leggja dent á eitt trygt og mennandi umhvørvi, har sangskrivarar, yrkjarar, tónleikarar og skemtarar kunnu royna nýtt tilfar ella deila tað, ið hevur ligið í skuffuni í longri tíð.

Serligur gestur hesa ferð: KÁES
Kristian Samuel, betur kendur sum KÁES, er eitt nýtt navn á føroyska tónleikapallinum. Við einum persónligum og lo-fi-inspireraðum rap-stíli, framleiddur frá grundini í Logic, kemur tónleikurin beint frá hjartanum og út í rúmið.

Hóast Kristian ikki dugir at spæla nakað ljóðføri, so hevur KÁES sjálvur gjørt alt frá beatum til framleiðslu og rødd. Og tónleikurin er hansara terapi og og máti at sleppa út við kenslur,sum annars eru truplar at seta orð á.

Innskriving: kl. 19.30
KÁES á pall: kl. 20.00
Stað: Reinsaríið
Ókeypis atgongd

Tiltakið er stuðlað av Mentamálaráðnum



Advertisement
Share with someone you care for!

Best of Tórshavn Events in Your Inbox