Event

RANNVA KUNOY - LISTAFRAMSÝNING Í STEINPRENTI Í HAVN

Advertisement

“Ljósið er afturvendandi í allari mínari list”

Mánadagin 23. juni letur ein nýggj framsýning við Rannvu Kunoy upp í Steinprenti í Havn. Fernisering verður á degnum frá kl. 16 til 18, og framsýningin er opin í fýra vikur.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Tað eru 15 ár síðani, at Rannvá seinast hevði eina einstaklingaframsýning í Føroyum. Hon hevur sýnt fram í USA, Spania, Suðurkorea og í London seinastu árini, og í 2024 gav forlagið Phletora út eina heilt serliga listabók við verkum hennara.

Í sermerktu málningalistini hjá Rannvu broytast ljósið, litirnir og sjálvur málningurin, alt eftir vinklinum, tú hyggur frá. Rannva málar ikki ljós inn í myndirnar – málningarnir eru sjálvir ljósið. Ljósið er eitt kjarnuevni í hennara list, og ein dýpd ið má upplivast, heldur enn lýsast við orðum.




Advertisement
Share with someone you care for!

Best of Tórshavn Events in Your Inbox