Vegurin gjøgnum tað ókenda, 29 September | Event in Copenhagen  | AllEvents

Vegurin gjøgnum tað ókenda

Sankta Ólavs Kirkjulið

Highlights

Mon, 29 Sep, 2025 at 07:00 pm

1.5 hours

Vardegade 14, 2100 Copenhagen, Denmark

Advertisement

Date & Location

Mon, 29 Sep, 2025 at 07:00 pm to 08:30 pm (CEST)

Vardegade 14, 2100 Copenhagen

Vardegade 14, 2100 København Ø, Danmark, Copenhagen , Denmark

Save location for easier access

Only get lost while having fun, not on the road!

About the event

Vegurin gjøgnum tað ókenda
Vegurin gjøgnum tað ókenda
Hugvekjandi fyrilestur um gerandislívið hjá familjum við demens.

Tá ið demens verður staðfest hjá einum persóni, verður sjúkan ofta trúfasti fylgisveinur hjá familjuni. Sjúkuárinini ávirka serliga tann mátan, persónurin við demens upplivir heimin og er í heiminum. Hetta ávirkar eisini, hvussu persónurin við demens er saman við øðrum. Tey, sum eru næst tí við demens, laga gerandisdagin eftir tí.

Til tess at lýsa gerandisdagin greiðir ein hjúnafelagi frá, hvussu hon leggur gerandisdagin til rættis, fyri at fáa alt at hanga saman, og hvussu hon skipar gerandisdagin. Hon sigur soleiðis:
"Alt er broytt. Hann klárar ikki sjálvur at minnast til at fara undir brúsuna. (...) Tá vit fáa okkum drekkamunn um morgunin, tosa vit um, hvussu dagurin verður. Hann minnist heldur ikki sjálvur til at raka sær, og tí fær hann boð á telefonina. Tá ið hann kemur undan brúsuni, má eg minna hann á at lata seg í, og serliga hvat hann skal í. Heima kann hann aloftast vera í venjingarklæðum, men skal hann út, má hann í skjúrtu. Eg veri noydd til at hava skil á og taka mær av øllum, fyri okkum øll, og fyri øll uttan um okkum. Hann skal vera snøggur og væl ílatin. (...) Tá vit eru úti hjá fólki, so sum síðsta leygardag, tá ið vit vóru í 18 ára føðingardegi, hugnaði hann sær óført og skemtaði, sum hann plagar. Men tá vit so skuldu eta, rópti hann "Katrina" og veitraði meg til sín. Tá vil hann hava meg at sita hjá sær og stuðla sær. Tað er ikki altíð, hann minnist, hvussu hann eigur at eta.”

At vera avvarðandi hjá persónum við demens er ein samansett og torgreidd uppgáva. Avvarðandi royna altíð at stuðla upp undir kenda gerandisdagin. Á tann hátt verða sjúkuárinini eisini spekt og onkutíð fjald. Hendan javnvágin krevur serliga nógv av teimum avvarðandi, ið hava høvuðsleiklutin at skapa karmarnar um ein góðan gerandisdag.

Barbara Egilstrøð er granskari innan fólkaheilsu og hevur seinastu mongu árini granskað, hvussu familjur skipa gerandisdagin við demens. Hon hevur nýliga vart sína ph.d.-ritgerð innan júst hetta økið. Barbara starvast nú á granskingardeplinum fyri arbeiðsumhvørvi (Det Nationale Forskningscenter for Arbejdsmiljø), har hon er serliga áhugað at kanna, hvussu krevjandi umsorganaruppgávur heima við hús ávirka arbeiðið, serliga hjá kvinnum.

Vit bjóða drekkamunn og køku aftaná fyrilesturin.


Also check out other Festivals in Copenhagen .

interested
Stay in the loop for updates and never miss a thing. Are you interested?
Yes
No

Ticket Info

To stay informed about ticket information or to know if tickets are not required, click the 'Notify me' button below.

Advertisement

Nearby Hotels

Vardegade 14, 2100 Copenhagen, Denmark, Vardegade 14, 2100 København Ø, Danmark, Copenhagen , Denmark
Get updates and reminders

Host Details

Sankta Ólavs Kirkjulið

Sankta Ólavs Kirkjulið

Are you the host? Claim Event

Advertisement
Vegurin gjøgnum tað ókenda, 29 September | Event in Copenhagen  | AllEvents
Vegurin gjøgnum tað ókenda
Mon, 29 Sep, 2025 at 07:00 pm